Talvsambandið: Tað gongur javnt á millum fremstu liðini í landskappingini í talvi. Havnar Telvingarfelag tók leiðsluna í fremstu deildini eftir dystirnar í triðja leikumfari hetta vikuskiftið. Men bara eitt hálvt stig er á muni millum Havnina og Sandavág, og í hølunum á teimum eru klaksvíkingar.
Vágamenn eru fremstir í 2. deild, í 3. deild eru suðuroyingar og gøtumenn stavn um stavn, í 4. deild er piltalið hjá Havnar Telvingarfelag á odda, og í 5. deild fylgjast suðringar og toftamenn í oddanum.
Telvað var í øllum fimm deildum í landskappingini í talvi sunnudagin.
-----
Helgi Dam Ziska og Jóan Hendrik Andreasen vóru sunnudagin á 1. liði hjá Havnar Telvingarfelag, sum við tryggum sigri á Kollafjarðar Talvfelag otaði seg framum FM-manningina hjá Sandavágs Talvfelag.
Vágamenn høvdu í framskundaðum dysti fyrr í vikuni telvað javnt móti Klaksvíkar Talvfelag, sum í sínum lagi hevði styrkt seg við dananum Søren Bech Hansen.
Í triðja dystinum í 1. deild millum B-liðini hjá Havnini og Klaksvík vóru klaksvíkingar við yvirlutan, tó at teir bara vóru tríggir, ið telvaðu. Her var onkur misskiljing komin í.
Liðini í 1. deild hava skift seg sundur í tveir bólkar. Havnin (A), Sandavágur og Klaksvík (A) stríðast um meistaraheitið, hini trý kappast innanhýsis um at bjarga sær undan niðurflyting.
1 deild
3. umfar (22. november)
Klaksvík (A) -Sandavágur 2 - 2
Søren Bech Hansen (2257) - IM Høgni Egilstoft Nielsen (2411) ½ - ½
Ólavur Simonsen (2220) - Rógvi Egilstoft (2315) ½ - ½
Rani Baldursson (2041) - Jón í Horni Nielsen (2080) 1 - 0
Haldur S. Johansen (2004) - Silas Eyðsteinsson (2054) 0 - 1
Havnin (A) - Kollafjørður 3½ - ½
GM Helgi Dam Ziska (2542) - Árant Djurhuus (1911)
Luitjen Akselsson Apol (2309) - Rógvi Mørkøre (1874) 1 - 0
Jóan Hendrik Andreasen (2166) - Markus Jacobsen (1896) ½ - ½
Elias Petersen (2069) - Alvin Joensen (1876) 1 - 0
Havnin (B) - Klaksvík (B) 1½ - 2½
Hjalti T. Jógvansson (2017) - Heðin Gregersen (1986) 0 - 1
Petur G. Magnussen (1925) - Rókur Davidsen (1972) 0 - 1
Suni Merkistein (1970) - Wille Olsen (1961) ½ - ½
Flóvin M. Tummasarson (1924) - 1 - 0
Støðan í 1. deild
Havnin (A) 10 stig
Sandavágur 9½
Klaksvík (A) 7½
Klaksvík (B) 3½
Havnin B 3
Kollafjørður 2
Eingin stendur vágamonnum kurl
Líkt er til, at Sandavágs Talvfelag er best skikkað av liðunum í 2. deild í kappingini um uppflyting í bestu deildina.
Í triðja umfari fingu teir kortini minni mótstøðu enn roknast kundi við. Eitt nógv viknað toftalið formáddi sær lítið móti vágamonnum. Uttan Andrias Danielsen, Jens Chr. Hansen og Boga Ziska gjørdist lítið hjá Tofta talvfelag, sum ei heldur var ment at manna seg á øllum borðum.
2. deild
3. umfar (22. november)
Toftir - Sandavágur ½ - 3½
Torkil Nielsen 0 - 1
Andreas Andreasen - Jón Atlason ½ - ½
Jón Magnus Joensen - Bernhard Augustinussen 0 - 1
Hjalmar Joensen - Jamil Oskar Jacobsen 0 -1
Havnin (A) - Vestmanna 3 - 1
Sigurð Justinussen - Samson Højgaard 1 - 0
Heiðrikur Jacobsen - John Jacobsen 1 - 0
Margar Berg - Jón Mikkelsen 0 - 1
Jóannes Guttesen - Jóhan Vørmadal 1 - 0
Klaksvík - Havnin (B) 2 - 2
Einar Gregersen - Jaspur T. Gaard 1 - 0
Ingolf Gaard - Brestir Samuelsen 0 - 1
Rógvi H. Olsen - Herbert H. Johannesen 1 - 0
Hanus á Lógv - Alexander K. Eikholm 0 - 1
Støðan í 2. deild
Sandavágur 9½
Klaksvík 6
Havnin (A) 5½
Havnin (B) 5½
Toftir 5
Vestmanna 3
Suðuroyingar og gøtumenn á odda
Styrkta manningin hjá Suðuroyar Talvfelag er í harðari kapping við gøtumenn um oddasessin í 3. deild. Sjúrður Thorsteinsson og Carl Eli Samuelsen løgdu grundina undir heimasigrinum á kollfirðingum í dag.
Gøtumenn og sundalagsmenn telvaðu javnt, og sandavágsmenn vunnu stórsigur á runavíkingum.
3. deild
3. umfar (22. november)
Suðuroy - Kollafjørður 3 - 1
Sjúrður Thorsteinsson - Bernhard Thomsen 1 - 0
Carl Eli Samuelsen - Ingi Højsted 1 - 0
Fríði Stenberg Olsen - Virgar Fagraklett ½ - ½
Ingi Ellingsgaard - Signar Kristiansen ½ - ½
Gøta - Rókur 2 - 2
Petur Páll Mikkelsen - Martin Brekká 1 - 0
Jákup F. Joensen - Hans Olivur Joensen 1 - 0
Símun P. Jacobsen - Dávid Lützen 0 - 1
Hardi Hansen - Bjarni Jacobsen 0 - 1
Kongshavn - Sandavágur ½ - 3½
Eyðun Lamhauge - Jamil Emil Jacobsen ½ - ½
Jens á Líknargøtu - Jónfinn Thomsen 0 - 1
Gunnleif Rasmussen - Hjalti Petersen 0 - 1
Arni Olsen - Torkil Petersen 0 - 1
Støðan í 3. deild
Suðuroy 7½
Gøta 7½
Kollafjørður 7
Rókur 5½
Sandavágur 4½
Kongshavn 4
Piltarnir eru fremst
Í 4. deild manna blaðungir dreingir annað av liðunum hjá Havnar Telvingarfelag, og teir eru á odda í kappingini. Miðalaldurin hjá hesum gávuríku telvarum er 12 ½ ár.
4. deild
3. umfar (22. november)
Rókur - Havnin (B) 1 - 3
Mortan Mørkøre - Baldur B. Jørgensen 0 - 1
Dávur Johannesen - Andrew Xin 1 - 0
Hákun Lützen - Djóni Jakobsen 0 - 1
Jógvan K. í Løðuni - Noel S. Berglind 0 - 1
Havnin (B) - Strendur ½ - 3½
Kaj Olsen - Dánjal P. Jacobsen 0 - 1
Ronny í Lon - Jógvan Juul Olsen ½ - ½
Andri Lenvig - Jóhannes Simonsen 0 - 1
Rúni Mortensen - Andras Jákupsson 0 - 1
Sandavágur - Klaksvík 2½ - 1½
Súni í Horni Nielsen - Tummas M. Sólsker 0 - 1
Helgi Poulsen - Mannbjørn Anthoniussen ½ - ½
Sigvaldur Bláberg - Marner Fríði Petersen 1 - 0
Hjalti Samuelsen - Óli Joensen 1 - 0
Støðan í 4. deild
Havnin (B) 9
Klaksvík 6½
Sandavágur 6
Strendur 5½
Rókur 5
Havnin (A) 4
Suðringar og toftamenn
Í 5. deild er spenningur í oddanum. Eftir dagsins umfar eru liðini í Suðuroy og á Toftum fremst. Liðini í 5. deild eru átta í tali.
5. deild
2. umfar (22. november)
Suðuroy - Vestmanna 4 - 0
Ari Vestergaard - Fróði Skúvadal 1 - 0
Aron Arnholdsson - Niels Andreasen 1 - 0
Rógvi Petersen - Borgar Stórá 1 - 0
Jannik Dalfoss - Pól á Rógvu 1 - 0
Klaksvík - Strendur 4 - 0
Magnus Gullaksen - Jónas Tróndarson 1 - 0
Hanus Eliassen - Tummas Eli geyti 1 - 0
Andy Olsen - Alex Berbisá 1 - 0
Martin Dahl - Símun Berthelsen 1 - 0
Kollafjørður - Toftir ½ - 3½
Samson Hermansen - Sigurd Joensen 0 - 1
Bjarki Hermansen - Harry Jacobsen 0 - 1
Josef Dam - Elian Højgaard 0 - 1
Kári Høgnason - Pætur Hansen ½ - ½
Sandavágur - Rókur 2 - 2
Jákup av Túvuvølli - Helgi Kristiansen 0 - 1
Tórur Gudmundsen - Hjalmar Andreasen 1 - 0
Gutti Petersen - Brandur Ellingsgaard 0 - 1
Jóanes Ortind - Niklas P. Helgason 1 - 0
Støðan í 5. deild
Suðuroy 6 stig
Toftir 6
Klaksvík 5½
Rókur 4
Gøta 4
Kollafjørður 2½
Sandavágur 2
Vestmanna 2
Dystirnir í fjórða umfari verða komandi sunnudag 29. november.
Í 1. deild verður telvað soleiðis:
Klaksvík (A) - Havnin (A)
Sandavágur - Klaksvík (B)
Kollafjørður - Havnin (B)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



