Serfrøðingar ávara um, at ytsti vinstravongurin kann kosta demokratunum valið. Men Andrew Bard Epstein (39 ár) er als ikki samdur.
Hann er samskiftisleiðarin, sum hjálpti Mamdani at fara frá at vera ein ókendur sosialistur til at gerast fyrsti muslimski borgarstjórin í New York.
Nú heldur hann, at amerikanskur politikkur er mitt í einum paradigmuskifti.
- Eingin veit, hvar tað endar. Men tað er størri enn vit, tað er eitt nasjonalt prosjekt, sum veksur, sigur Bard Epstein við VG, tá VG hittir hann í grannalagnum Astoria í Queens.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



