Svar upp á eftir § 52a í tingskipanini, um heilsumiðstøð og apoteki í Suðuroy, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni
Spurningurin var soljóðandi:
1. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvørjar ætlanir samgongan hevur viðvíkjandi bygging av heilsumiðstøð og umvæling av apotekinum í Suðri?
Svar:
At útvega hølir til heilsumiðstøðir er ein kommunal uppgáva, og bæði sitandi landsstýriskvinna og undanfarin landsstýrisfólk í heilsumálum, hava umrøtt málið um eina ella tvær heilsumiðstøðir við kommunurnar í Suðuroynni.
Landsstýriskvinnan er samd við borgarstjórunum í kommunum í Suðuroynni í, at tað er til fyrimuns fyri bæði heilsustarvsfólk og borgarar, og samsvarar tað eisini við ynski hjá bæði kommunulækna og læknum undir útbúgving til kommunulækna, at tað verður ein heilsumiðstøð fyri alla oynna.
Landsstýriskvinnan hevur tí í summar boðað kommununum frá, at hon við heimild í lógini um heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgaranum ætlar at taka avgerð um, at tað verður staðsett ein heilsumiðstøð í Suðuroynni.
Heilsu- og orkumálaráðið hevur sent kommunum í Suðuroynni nakrar spurningar, fyri at fáa lýst fortreytirnar fyri at byggja ella útbyggja eina heilsumiðstøð so væl sum til ber. Heilsu- og orkumálaráðið hevur fyri stuttum fingið svar frá kommunum, og fara svarini nú at verða viðgjørd og brúkt til at taka avgerð um staðsetingina.
Í sambandi við hesa viðgerðina, verður støða eisini tikin til Suðuroyar apotek; um apotekið framhaldandi skal umvælast ella um onnur hølir skulu útvegast til endamálið.
Heilsu- og orkumálaráðið, 3. september 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



