Hannah Mary Goodlad sigur við The Shetland Times, at vit í Føroyum hava ein "can-do attitude". Við øðrum orðum, føroyingar trúgva uppá, at tingini lata seg gera, og tað høvdu hetlendingar kunna lært nógv av, heldur hon.
Eitt dømi er netsambandið, sum í Hetlandi hevur verið illa órógvað síðani kaðalsambandið ímillum Føroyar og Hetland herfyri fekk skaða.
- Ongin í Føroyum hevur merkt nakað til tað. Í Hetlandi var sambandið burtur í vikur, sigur hon. Munurin er bara tann, at í Føroyum er tað føroyingar sjálvir sum hava ábyrgdina av sínum telesamskifti, ímeðan í Hetlandi er tað fleiri stórar enskar telefyritøkur, sum ikki hugsa stórvegis um hvat hendir í Hetlandi.
- Ringa støðan, vit eru í, kemst ikki av, at vit eru óheppin, men heldur av, teimum politisku valunum, vit gera, sigur hon við miðilin.
Umframt telesamskiftið verða eisini elveiting og samferðsla tikin fram sum dømi um, at føroyingar hava gjørt betri val enn hetlendingar.
- Kontrasturin er fullkomin, sigur Hannah Mary Goodlad við hetlendska miðilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



