At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Merkisdagar

Karl Kongur vitjar Ethel Caterham tá hon í fjør fylti 116 ár.

Karl Kongur vitjar Ethel Caterham tá hon í fjør fylti 116 ár.

Karl Kongur vitjar Ethel Caterham tá hon í fjør fylti 116 ár.

Ethel Caterham úr Onglandi fylti fríggjadagin 117 ár og hátíðarhelt dagin saman við familju og vinum á røktarheiminum í Surrey, har hon býr.

Caterham gjørdist heimsins elsta livandi menniskja í apríl 2025, eftir at brasilska nunnan Inah Canabarro Lucas doyði 116 ára gomul.

Hon varð fødd trý ár undan Titanic-vanlukkuni og hevur upplivað báðar heimsbardagar. Í 2020 fekk hon eisini koronu, tá hon var 110 ára gomul.

Ethel var tann næstyngsta av átta systkjum. Í 1927 fór hon til India, har hon arbeiddi sum au pair hjá einari bretskari herfamilju. Seinni giftist hon Norman Caterham, oberstloytnanti, og tey búðu eina tíð í Hong Kong, har hon stovnaði ein barnagarð.

Bæði døtur hennara og maðurin doyðu áðrenn hana.

Ethel koyrdi bil heilt til hon var 97 ára gomul. Í fjør vitjaði Charles kongur hana, stutt eftir at hon fylti 116 ár.

Heimsmetið sum elsta menniskja nakrantíð eigur tó framvegis franska Jeanne Calment, sum doyði í 1997, 122 ár og 164 dagar gomul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #