Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gift teg ongantíð fyri pengarnar. Tað er bíligari at læna teir
- skotskt orðatak
Minningarorð

Í dag hava vit fylgt báðum mínum verforeldrum til gravar.

Ein sera, sera vøkur jarðarferð.

At missa bæði í senn er bæði ógvusligt fyri okkum, serliga børnini, men eisini ein signing fyri tey bæði. Til deyðin okkum skilir, verður sagt. Nei ikki ein gong, havi eg hugsað hesar dagarnar. Hond í hond vit ferðast inn í kærleikans land, sigur sangurin, sum ein starvsfelagið hjá mær hevur fingið "uppá hjernan", síðani tey bæði andaðust, fyrst vermóðir, og síðani verfaðir, bert góðar átta tímar seinni.

Vit vóru greið yvir, at tað bar móti endanum hjá báðum. Og vit høvdu tað á munni, at tað kundi sæð út sum, at bæði fóru mest sum í senn. So tað kom ikki óvart á. Og tó. Ta løtuna, tá tað so hendi, bleiv eg púra, púra paff. Fyrst eygleiddi eg døtrar og synir við rennandi tárum siga mammuni farvæl, og lítla løtu seinni stóðu tey aftur í somu sjúkrastovu yvir pápanum, sum ikki hevði ætlanir um eina einastu nátt uttan elskaðu konu sína.

Hetta var hart at vitna. Ein løta, har støðan er so ógvuslig, at man fer í sjokk og finnur ikki ordiliga útav, hvat man følir.

Tey hava ongantíð gjørt burturúr sær sjálvum. Bæði sera rólig og still. Men nú tey fóru bæði í senn rokni eg við, at alt føroya fólk góvu gætur. Tað er jú nakað serstakliga facinerandi yvir tí, at eini hjún andast sama dag. Romantiskt og vakurt. Sjálvsagt eisini syrgiligt. Tómrúmið er sláandi. Fyri einum mánaði síðani búðu tey bæði heima við hús. Fyri bert seks døgum síðani tosaðu vit við tey bæði.

Dagin fyri vermóðir doyði, lá hon í sjúkrasongini, eitt sindur sløv av nógva heilivágnum, sum tó ikki megnaði at taka alla pínuna. Men tað sum upptók hana var, at vit, sum vóru komin at vitja, fingu ein drekkamunn.

Eg eri komin inn til vermóðir síðani eg var 16 ár. Gestablíðni og eitt ófatiligt tænastusinni hevur eyðmerkt hana alt tað eg havi kent hana. Tað, sum eg serliga og skjótt beit merki í var, at hon gjørdi ikki mun á, um tað vóru børn ella vaksin, ið komu inn. Tað var akkurát líka umráðandi at seta drekka á borðið fyri børnum, sum vaksnum. Havi eygleitt hana varta 8-10 ára gomul upp, sum vóru tað vaksnir gestir, ið komu á gátt. Lagkakubotnar og róma fram í ein højen hast, og so stóð lagkaka á borðinum saman við fínum stelli. Tað er ikki nakað, eg havi sæð nakra aðrastaðni. Eitt annað, sum eyðkendi vermóðir, vóru hennara mongu rósandi orð til øll. Alt, sum kundi viðmerkjast positivt, fór ikki framvið. "Vøkur troyggja, hevur tú bundið sjálv?" "Tú ert so pent smurd." "Tú dugir so væl." Hesar og mangar aðrar tílíkar setningar havi eg hoyrt óteljandi x óteljandi ferð.

Og so var hon eisini náttarravnur, eins og eg sjálv. Tá eg var yngri og ikki átti børn, fór eg mangan upp á lofti til vermóðir at spæla kinaskák, aftaná at Ragnar hevði lagt seg at sova. Eg vann ongantíð. Altso ikki eina einastu ferð

Verfaðir var ein uppaftur stillari typa, enn vermóðir. Men tað bar tó væl til at fáa eitt gott prát, og hann dugdi nógvar stuttligar søgur at siga. Mær dámdi væl at sita saman við honum og royna at loysa okkurt loyndarmál úr skriftini. Tá fekk eg ordiliga lív í hann, tí hann var sera kønur í skriftunum. Abbi mín og verfaðir vóru systkinabørn og báðir høvdu bát við snellum og róðu út. So eg var eisini millummaður viðhvørt og segði teimum frá fongi hjá hvørjum øðrum, hóast teir allarhelst longu høvdu tosað saman niðri við bátabrúgvarnar.

Tað verður ein øðiligur saknur og eitt ógvusligt tómrúm hjá okkum, nú tey bæði eru farin heim til Harran

Við hesum ynski eg at lýsa frið yvir minnini um elskaðu verforeldur míni, Ásu og Richard.

Sylvia Thomsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #