Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Bretska fregattin HMS Somerset elti russiska skipið frá 5-11 novembur.

Bretska fregattin HMS Somerset elti russiska skipið frá 5-11 novembur.

Bretska fregattin HMS Somerset elti russiska skipið frá 5-11 novembur.

Russiska skipið Yantar, sum russar siga er eitt rannsóknarskip, men sum eitt nú Bretland og eisini NATO meira rokna sum eitt njósnaraskip, gjørdi seg inn á eitt bretskt eftirlitsflogfar herfyri, hesum boðar bretska verjumálaráðið frá. Skipið lýsti millum annað við lasara eftir flogfarinum og royndi at órógva GPS signalið og vísti í heila tikið ein óprofessionellan og ótolandi atburð, sum bretska verjumálaráðið málber seg.

Tað er miðilin USNI News sum ber tíðindini.

Sagt verður, at hendingin fór fram tá skipið sigldi norður ímóti Føroyum, men sagt verður ikki, júst hvar hendingin fór fram.

Bretska fregattin HMS Somerset elti russiska skipið frá 5-11 novembur. Eisini kavbátar og áðurnevnda flogfar hildu eyguni við skipinum allan sólarringin.

Sambært bretskum og NATO keldum er Yantar væl útgjørt, eitt nú til at kanna havbotnin, og hevur beinleiðis samband við russiska verjumálaráðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo