Eftir nærum 30 árum við trúgvari tænastu hevur Hjalmar Petersen avgjørt at gevast í starvinum sum stjóri í Vónini.
Hesum boðar Vónin frá í dag.
- Hjalmar hevur verið ein lykilpersónur í menningini av Vónini síðan 1996 og hevur verið stjóri síðan 2001. Hansara ágrýtni hevur gjørt Vónina til ein leiðandi framleiðara og mennara av útgerð til fiski- og alivinnuna. Hjalmar eigur eina hjartans stóra tøkk fyri hansara ómetaliga íkast til framgongdina og sterka fíggjarliga støði í gjøgnum árini, verður sagt.
Frá 1. mars næsta ár fer Daniel Hákunsson Dam formliga at taka við sum stjóri.
Daniel hevur verið fíggjarstjóri hjá Vónini síðan fyrst í 2021 og kennir tí væl til virksemið og samtakið sum heild. Hann er 35 ára gamal, útbúgvin cand.merc. frá Aalborg Universitet og hevur áður arbeitt í Danmark við rakstrar- og fíggjarstýring, áðrenn hann flutti aftur til Føroyar í 2020.
Hjalmar heldur fram sum stjóri til endan av februar og fer síðani at stuðla Daniel í tveir mánaðir, samstundis sum hann fullførir byggingina av alitænastustøðini í Kyleakin á Skye í Skotlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



