Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Russland kann leypa á í morgin sum ein annan dag.

Russland heldur áfram at fyrireika seg til kríggj við Nato, tað er ongin ivi um tað, sigur týski herovastin, Alexander Solfrank við Reuters. Hann vísir millum annað á, at Russland eftir hansara tykki brúkar áhaldandi álopini á Ukraina til at venja og fyrireika seg til eitt størri stríð við Nato, vísir týski herovastin á.

- Kemur eitt álop úr Russlandi á eitt Natoland, so verður tað nokk eitt minni álop fyri at vita hvussu Nato reagerar. Tað álopið er so mest sannlíkt ein byrjan uppá eitt størri álop sum kemur seinni.

Samstundis sum orðini hjá týska herovastanum falla ber til at staðfesta, at fleiri Nato lond økja um tilbúgvingina og leggja ætlanir um, hvussu eitt møguligt russiskt álop skal svarast, og hvussu verjan av Eysturevropa skal skipast næstu árini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo