Hópurin hjá Noreg í kvøld móti Fílabeinsstrondini í 16. partsfinaluni sær soleiðis út sambært norskum miðlum:
Ørjan Håskjold Nyland - Marcus Holmgren Pedersen, Kristoffer Ajer, Torbjørn Heggem, David Møller Wolfe - Martin Ødegaard, Sander Berge, Patrick Berg - Alexander Sørloth, Erling Braut Haaland, Antonio Nusa.
Dysturin verður leiktur í Dallas Stadion, sum hevur tak og aircondition.
Hann byrjar klokkan 18 føroyska tíð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



