Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak
Tíðindi

Umleið 400 húski fáa ágóða av hesum. So skjótt løgmaður hevur staðfest lógina, ber til at søkja - væntandi í komandi viku.

Eitt samt løgting stóð saman um uppskotið, sum veitir teimum við lágum inntøkum ein fíggjarligan styrk í sambandi við øktar orkuútreiðslur. Húski, sum í mesta lagi hava inntøkugrundarlag á 300.000 kr., kunnu fáa ískoyti.

- Vit hava lagt okkum eftir at fáa málið avgreitt skjótt, so fólk kunnu fáa hjálpina áðrenn jól. Fyri at fáa ískoytið áðrenn jól má umsóknin verða latin inn áðrenn 25. november, sigur Margit Stórá, sum leggur aftrat:

- Vit arbeiða víðari fyri varandi loysnum. Men hjálpin má eisini røkka fram til teirra, sum hava tørv á henni her og nú.

Margit Stórá

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #