Sjálv gekk eg á Húsarhaldsskúla í 1980 saman við tíggju øðrum røskum og fittum gentum. Vit vóru tríggjar úr Klaksvík – Marge, Mia og eg – og hinar átta komu úr ymiskum pørtum av Føroyum. Vit vóru allar ungar tá og upp á tað allarbesta, so minnini standa enn í dag klár frá tíðini á skúlanum.
At fara á Húsarhaldsskúla aftaná realklassan var tað mest natúrliga hjá mær – ja, nærum eitt “must” – og tað sama var galdandi fyri hinar ungu genturnar í familjuni.
Kanska var tað ikki so løgið, tí Mathilda Poulsen, sum var ommusystir mín, sat í nevndini fyri Húsarhaldsskúlan og hevði ein brennandi eldhuga fyri skúlanum. Eg kom nógv í heim teirra, eisini tí at beiggi mín, Danjal, var uppfostraður har. Sostatt hevði hon stóran ávirkan á, at eg fór á Húsarhaldsskúla.
Minnist, at hon hevði nógv samband við Almu Petersen, sum hon helt nógv um, og sum eisini var ein eldsál fyri skúlan.
Á Húsarhaldsskúlanum í 1980 var lærarinnan donsk. Hon æt Dagmar. Haldi ikki, at tað er ov nógv sagt, at hon var “nokso strong”. Tað skuldi hon eisini vera, tí hon skuldi halda skil á 11 ungu gentum.
Í dag ganga 35 næmingar á skúlanum, og bíðilistin er langur. Her fáa ung førleikar til framtíðina – annaðhvørt tey fara undir lesnað ella út á arbeiðsmarknaðin.
Konseptið at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla var, at landið, Klaksvíkar kommuna og Bústaðir skuldu gjalda hvør sín triðing.
Í 2019 gjørdist eg landsstýriskvinna, m.a. í bústaðamálum. Tá varð eg skjótt kontaktað um, at tørvur var á, at Bústaðir játtaðu eina ávísa upphædd, soleiðis at sleppast kundi víðari við verkætlanini.
Eg tók beinanvegin fund við nevndina í Bústøðum, har Johan Mortensen var formaður. Skal sigast, at hetta var áðrenn Bústaðir fekk heimild at lána 450 mió. krónur, so teir høvdu ikki so nógvar pengar tá.
Men stórt rós til nevndina, tí longu sama kvøld á veg til Klaksvíkar fekk eg játtandi svar um, at teir kundu seta ásetta peningin av.
Jenis av Rana og eg sótu í samgongu saman, og vit høvdu eitt gott samstarv. Hann umsat Húsarhaldsskúlan og hevur hann rós uppiborið fyri sín leiklut í málinum. Hann helt fast, til hann fekk ein álítandi prís, sum fór at halda.
Jóhanna, eg veit, at hetta kundi kjennast strævið at bíða.
Loksins tann 3. august 2020 varð málið borið fram í Løgtinginum.
Og longu tann 4. august kom tað til 1. viðgerð, varð viðgjørt í Fíggjarnevndini, álitið skrivað og komið til 2. og 3. viðgerð – alt sama dag. Málið varð einmælt samtykt.
Men tað var ikki bara bara. Vit máttu hava 20 undirskriftir fyri at víkja frá øllum tíðarfreistum, soleiðis at málið kundi avgreiðast sama dag. T.v.s. undirskriftir frá bæði samgongu- og andstøðulimum.
Minnist, hvussu vit gingu og royndu at fáa hesar undirskriftirnar upp á pláss – og tað eydnaðist.
Vanliga verða mál viðgjørd í 4, ja onkuntíð upp til 6 vikur í nevnd. Eg var rættiliga ørkymlað hendan dagin um, hvat fór at henda, um ikki varð víkt frá freistunum. Samgongan var tá komin í eina trupla støðu, og um málið ikki kom úr nevnd áðrenn eitt nýval varð útskrivað, so var óvist, hvat fór at henda.
Minnist hetta sum ein stóran dag – sjálvan hósdagin á Summarfestivalinum.
Tað var stuttligt at ringja til Jóhonnu og siga frá, at nú var málið samtykt og klárt at fara í gongd.
Longu 4. november varð valið útskrivað.
Men gloym ikki: Her hava verið nógvir leikir og nógv fólk, sum hava kempað fyri Húsarhaldsskúlan. Og Jóhanna, títt ágrýtni og úthaldni hava verið heilt einastandandi. Tú kastaði ongantíð handklæðið í ringin, men kempaði til tú komst á mál.
Úrslitið síggja vit í dag: Ein flottur og stásiligur skúli – eitt stórt stig inn í framtíðina, har bíðilistin longu er langur.
Takk fyri øll somul, og enn einaferð hjartaliga til lukku – við Harrans signing.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



