Hin veruligi sjónleikurin er ikki minni góður, tó meira at harma, enn hann ið leiktur verður
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin veruligi sjónleikurin er ikki minni góður, tó meira at harma, enn hann ið leiktur verður
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Tað var ein serlig løta í seyðahundakappingini í Vágadali, tá ið hjúnini Ketty Andrea Hentze Winther og Petur Hans Winther bæði vunnu heiðursmerki í somu kvalifikatións kapping í klassa 3.

Tað var Vága Seyðahundafelag, sum skipaði fyri kappingini í Vágadali, har Tummas Jacobsen og Moss tryggjaðu sær fyrsta plássið.

Men tað vóru serliga hjúnini Winther, sum gjørdu kappingina minniliga. Ketty Andrea Hentze Winther vann annað plássið við Tara, meðan maður hennara, Petur Hans Winther, tryggjaði sær triðja plássið við Rex.

Eftir tí, sum vit vita, er hetta fyrstu ferð, at hjún bæði hava staðið á sigurspallinum í somu kvalifikatiónskapping í klassa 3 í Føroyum.

Úrslitið í klassa 3:

 1. Tummas Jacobsen við Moss
 2. Ketty Andrea Hentze Winther við Tara
 3. Petur Hans Winther við Rex

Kappingin í Vágadali verður sostatt ikki bara mint fyri sigurin hjá Tummasi og Moss, men eisini fyri eitt sjáldsamt og møguliga søguligt úrslit hjá hjúnunum Winther.

fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #