Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton
Innlendis ítróttur

Rósing Sverrason Toyt úr Víkingi er millum teir 18, ið Christian Høgni Jacobsen hevur boðsent til EM undankappingina í Englandi - Mynd: Finnur Justinussen

FSF: – Hetta eru trý góð lond, sum vit skulu spæla ímóti, men vit trúgva altíð uppá møguleikan at fáa eitt gott úrslit, og fara sjálvandi eftir at vinna bólkin ella at blíva nummar 2, so vit í næstu EM undankapping eru í deild A.

Tað sigur Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17 landsliðnum við dreingjum, sum seinni í mánaðinum fer til England, har EM undankapping er á skránni.

Londini í bólkinum eru England, Estland, Ísrael og Føroyar. Dystirnir verða spældir á St. George’s Park, ið er venjingarmiðdepilin hjá enska fótbóltssambandinum.

Av teimum 18, sum hesaferð eru boðsendir, eru fýra, sum spæla í Danmark. Talan er um Jákup Poulsen úr Esbjerg fB, William Hansen úr Hvidovre IF, Nóa Klein Joensen úr Randers FC, og Dennis Anghel, sum spælir fyri Sønderjyske Fodbold.

Hópurin
Axel Holm Simonsen, B36
Bjarti Johansson Hansen, B36
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Mathias Eikhólm Andersen, EB/Streymur
Samuel Iurelli, FC Suðuroy
Tummas Jákupsonur Joensen, FC Suðuroy
Edvard Falkenberg, HB
Dánjal Müller, KÍ
John Ziska Joensen, KÍ
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Markus Klein Danielsen, NSÍ
Djóni Min Øre, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Markus Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Jákup Kristiansson Poulsen, Esbjerg fB (Danmark)
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)
Dennis Anghel, Sønderjyske Fodbold (Danmark)

Dystaskráin
25. mars England – Føroyar
28. mars Føroyar – Estland
31. mars Føroyar – Ísrael

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #