Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-040/2026 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, um kommunala útjavning og nýggjur fíggingarleistur fyri eldraøkið.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landstýrismaðurin mett um møguleikarnar fyri at seta í verk eina kommunala útjavningarskipan í Føroyum, og hvørjir eru fyrimunirnir og vansarnir við einari slíkari skipan?
2. Kann verandi skipan føra til vaksandi mun á skattatrýsti og tænastustøði millum kommunurnar?
3. Verður kommunal útjavning tikin við í arbeiðið við nýggjum fíggingarleisti fyri eldraøkið, og kann hetta treyta kommunusamanleggingar?
Svar til spurningarnir nr. 1:
Samgongan hevur sett sær fyri, at samráðingar skulu takast upp við kommunurnar um nýggjan fíggingarleist fyri eldraøkið.
Settur er ein arbeiðsbólkur, eftir avtalu við kommunurnar, við umboðum frá landi og kommununum, at koma við tilmælum um nýggjan fíggingarleist fyri eldraøkið.
Tilmælini skulu eftir ætlan fyriliggja seinni í ár.
Í tí sambandi havi eg heitt á arbeiðsbólkin um eisini at gera eina lýsing av eini blokkstuðulsskipan, við teimum fyrimunum og vansum, ein tílík skipan kann hava.
Arbeiðsbólkurin er annars ikki avmarkaður í at koma við tilmælum.
Svar til spurning nr. 2:
Verandi fíggingarleistur hevur í stóran mun fylgt útreiðslutrýstinum, síðani eldraøkið varð lagt út til kommunurnar í 2015. Hetta heldur ikki fram, tí meðan vøksturin av skatti frá eftirlønarinngjøldum nú hasar av, veksur talið av eldri fólkum við somu ferð.
Fortreytirnar hjá kommununum eru ymiskar, og tí er vandin fyri, at vaksandi trýstið á útreiðslurnar til eldraøkið fer at økja um ójavnan millum økir í landinum, bæði í mun til skattatrýst og tænastustøði.
Ein komandi fíggingarleistur má taka hædd fyri hesi avbjóðing.
Svar til spurning nr. 3:
Eins og víst er á í svari til spurning 1, er arbeiðsbólkurin ikki avmarkaður í at koma við tilmælum. Greitt er, at fíggingarleisturin má taka hædd fyri, hvussu ymsu økini í landinum verða rakt, so at munurin millum økini í landinum ikki verður ov stórur. Hvussu hetta verður gjørt, er upp til arbeiðsbólkin.
Hóast kommunusamanlegging ikki er partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, er greitt, at við øktum trýsti á eldraøkið, verður í framtíðini enn meira tørvur á at hugsa kommunurnar í nýggjum samanhangi.
Tá tilmælið frá arbeiðsbólkinum kemur seinni í heyst, er klárt at fara undir samráðingar við kommunurnar.
Tinganes, 28. september 2026
Aksel V. Johannesen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



