Í Týsklandi hava fleiri enn 700 skúlar bara í landslutunum Baden-Württemberg og Sachsen-Anhalt fingið hóttanir. Eisini í øðrum landslutum eru skúlar raktir.
Í teldupostunum verður hótt við, at spreingievni eru løgd á skúlarnar. Summastaðni er undirvísingin steðgað, og næmingar eru sendir heim.
Í Danmark hava skúlar kring alt landið fingið líknandi hóttanir. Danska løgreglan hevur sent patruljur út til fleiri skúlar, men heita á fólk um at binda frið.
Sambært donskum miðlum er orðingin í hóttanunum tann sama sum í Týsklandi.
Enn er ógreitt, hvør stendur aftanfyri, og um hóttanirnar í londunum hava sama uppruna.
Hendingarnar eru partur av einari størri røð av líknandi hóttanum í Evropa. Fyrr í november vórðu skúlar í Italia og Spania eisini raktir av hóttanum, sum førdu til, at fleiri skúlar vórðu tømdir.
Løgreglan kannar nú, hvør hevur sent teldupostarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



