Ógvusligir skógareldar herja í løtuni serliga í Fraklandi og Spania.
Í útsynningspartinum av Fraklandi eru fleiri enn 200.000 fólk flutt burtur úr økinum kring Bordeaux, Gironde og Cap Ferret. Eldurin hevur brent tíggjutúsundtals hektarar, og í Bordeaux hava tey gjørt eina framsýningarhøll um til neyðskjól.
Í Spania eru stórir eldar vestan fyri Madrid og nær Valencia, har minst eitt fólk hevur latið lív. Fleiri enn 70.000 fólk eru flutt burtur, og myndugleikarnir hava lýst landsumfatandi undantaksstøðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



