Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú sigtar lágt
- Reiley, aka Rani Petersen
Útlendis ítróttur

Í 1966 var tað Ongland, sum skuldi hýsa heimsmeistaraheitinum í fótbólti og steypið, sum tá hevði verið í Brasil, bleiv í januar mánaði flutt til Onglands har bretska fótbótssambandið fekk tað í varðveitslu fram til juli mánaða, tá kappingin byrjaði. Steypið bleiv víst fram til ymisk tiltøk eisini. 
Í februar mánaða fekk fyritøkan Stanley Gibbons stamp loyvi at vísa fram Joules Rimet steypið til eina framsýning, sum var í mars mánaða hetta árið við teimum fortreytum at steypið alla tíðina skuldi hava vaktir, sum ansaðu tí. Steypið bleiv eisini tryggjað fyri £30.000, sjált um virðið bert var £3000.
Framsýningin fór fram í Westminster Central Hall og lat upp 19. mars 1966 og steypið var tað, sum dróg nógv fólk inn.
Tveir vaktir í búna, ansaðu steypinum alt samadøgrið, og fingu so hjálp av tveimum vaktum í vanligum klæðum um dagin. Aðrir vaktir stóðu so runt ymsastaðni í framsýningini. Sunnudagar bleiv Central Hall brúkt til at hava møti í hjá Metodistunum.

Sunnudagin 20. mars, gingu vaktirnir eina rundu umleið kl. 12.10 og løgdu til merkis at onkur hevði brotið seg inn ígjøgnum bakhurðina og glaskassan, har steypið stóð, og  høvdu stjolið steypið. Eingin teirra hevði sæð tilburðin uttan at ein av vaktunum segði seg leggja merkið til ein løgnan mann, sum stóð við telefonkassan í gongini.

Scotland Yard tók yvir og tosaðu við vaktir og tveir húsavørðar. Ein persónur, sum hevði verið í kirkju tann morgunin, segði at hann hevði sæð ein mann, sum uppførdi seg løgið, men hann gav eina annaleiðis frágreiðing um hendan mann enn tann vakturin hevði sæð.
Søgan fór víða um dagin eftir og løgreglan byrjaði at leita eftir tveimum monnum, sum teir høvdu illgruna til.

Mánadagin 21. mars fekk Joe Mears, forsetin í bretska fótbóltssambandinum, eina uppringin frá ónevndum manni. Hesin seðgi at Mears fór at fáa ein pakka dagin eftir, sum bleiv leveraður hjá Chelsea Football Club í London. Pakkin bleiv leveraður heima hjá Mears sjálvum og í har var eitt klædnastykki, sum hevði ligið ovast á steypinum og í har var eisini eitt bræv, har tað stóð at viðkomandi ynskti loysigjald á £15.000, sum skuldu vera í £1 og £5 seðlum. Aðrar treytir vóru eisini við men løtu seinni ringdi maður, sum kallaði seg Jackson til Mears og broytti meining soleiðis at seðlarnir skuldu vera £5 og £10. Um Mears fór til løgregluna ella miðlarnar, so fóru tjóvarnir at smelta steypið.

Mears setti seg í samband við løgregluna og hitti løgreglumannin Charles Buggy frá the Flying Squad. Hann handaði Honum klædnastykkið og brævið. Buggy bað Mears seta lýsing í The Evening News,24. mars, sum tjóvarnir høvdu biðið hann um. Løgregland fór í bankan, sum gjørdi ein bunka við følskum pengum, har bert ovasta lagið var verðuligir pengaseðlar. Tveir løgreglumenn vórðu valdir at verða hjálparfólk hjá Mears tá hann skuldi handa peningin, so hann fór so heim og bíðaði eftir telefonboðum.

Í telefonsamrøðuni, sum McPhee, hjálparmaðurin hjá Mears hevði, bað Jackson um at møtast í Battersea Park.

McPhee (løgreglumaðurin Buggy) greiddi frá at Mears hevði astma og kundi ikki koma tann dagin og hesir møttust so í Battersea Park. Her vísti hann Jackson kuffertið við pengunum men segði at hann vildi síggja horvnað steypið áðrenn hann gav honum kuffertið. Jackson fór í bilin saman við Buggy og bað hann koyra til ávíst stað. Men meðan teir koyra leggur Jackson merki til at fleiri Flying Squad vørubilar koyrdu aftanfyri. Tá bilurin steðgaði við eitt ferðsluljós í Kennington Park Road, segði Jackson at hann fór eftir steypinum. Hann kom tó aftur í bilin uttan steyp og hesir koyrdu víðari men nú bleiv Jackson bangin og meðan bilurin koyrdi leyp hann úr og royndi at flýggja. Hann bleiv tó fangaður og førdur á løgreglustøðina í Kennington og har funnu tey út av at Jackson var Edward Betchley, ein tjóvur og brúktbila seljari, sum fleiri ferðir var handtikin fyri smá lógarbrot. Betchly greiddi frá at tað ikki var hann, sum hevði stjolið steypið men at hann bert var millummaður og at hann hevði fingið boðið £500 frá einum, sum kallaði seg The Pole fyri hetta.

27. mars var David Corbett farin túr við hundinum Pickles og gingu teir í Beulah Hill økinum í London. Her fekk Pickles frænir av onkrum og snoddaði hann seg til ein pakka, sum lá undir nøkrum runnum uttan fyri húsið hjá Corbett. Pakkin var pakkaður inn í avíspappír og tá hann lat pakkan upp og sá nøvnini av HM vinnarunum á, visti hann at hetta var horvnað steypið. Hann handaði løgregluni steypið og sjálvt um løgreglan hevði illgruna um at Corbett møguliga var partur av tjóvarínum, so høvdu teir eingi prógv, tí Corbett hevði eitt "alibi".

Hundurin Pickles bleiv ein sjónvarpsstjørna og spældi eisini við í nørkum filmum. David Corbett varð boðin við til veitsludøgurðan aftaná HM saman við enska landsliðnum og fekk hann eina finningarløn á heili £6000,-.

Edvward Betchley fekk 2 ára dóm fyri sín leiklut. Hann doyði í 1969 av luftuppsvøltan í kroppinum.

Í 2018 kom journalisturin Tom Pettifor fram við tí at Jules Rimet Steypið bleiv stjolið av Sidney Cugullere. 

Eftir at bretska fótbóltssambandið hevið fingið steypið aftur, gjørdu teir eitt kopi, sum bleiv brúkt at vísa fram inntil teir í 1970 góvu steypið víðari.

Brasil vann steypið í 1970 og av tí at hetta var triðja ferðin teir vunnu HM, fingu teir steypið til ognar.

19. desember 1983 bleiv tað so stjolið úr brasilska fótbóltssambandinum, har tað varð varðveitt. Tað bleiv ongantíð funnið aftur og roknað verður við at tað bleiv smeltað og síðani selt á marknaðinum fyri sítt høga gullvirði.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #