Svar til skrivligan fyrispurning nr. 124/2025 frá Jenis av Rana, løgtingsmanni til Eyðdis Hartmann Niclasen, landstýriskvinnu, um orkuskifti
Spurningar:
1. Hvørji ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í verki?
Svar:
Fyrireikingararbeiðið at seta ætlanir landsstýrisins í samgonguskjalinum í verk er so smátt byrjað, men ikki á øllum økjum enn.
Innan grøna orkuskiftið hava vit ein tíðarfestan orku- og veðurlagspolitikk, sum Løgtingið samtykti í 2022 og har arbeitt hevur verið miðvíst við at seta tey 23 tíðarfestu átøkini í verk.
Onki átak er í tí politikkinum, sum tryggjar, at húski við lágum inntøkum kunnu verða við í orkuskiftinum. Tí verður neyðugt bæði at dagføra og víðka orku- og veðurlagspolitikkin.
Ætlanin er, at dagføringin skal byrja eftir summarfrítíðina. Í hesum sambandi skal sjóneykan setast á fleiri átøk, har eitt teirra verður at fáa húski við lágum inntøkum við í orkuskiftið.
Júst hvussu tað kann verða gjørt, má bíða eftir einum grundgivnum tilmæli frá arbeiðsbólkinum.
Vónin er at leggja uppskot um dagførdan orku- og veðurlagspolitikk og tíðarfesta virkisætlan fyri Løgtingið í komandi tingsetu.
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



