Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Lesarin skrivar

Ímynda tær, at allir tónleikarar í Føroyum pakkaðu saman í morgin.

Vit høvdu ikki bara mist tónleikin. Tað hevði eisini merkt minni arbeiði og færri inntøkur hjá einari rúgvu av øðrum fólkum.

Tí ein tónleikari skapar nógv meira enn tónleik.

Ein tónleikari skapar arbeiði til onnur
Ein tónleikari keypir ljóðføri og útgerð frá handlum. Onkur hevur framleitt útgerðina, onkur hevur flutt hana til landið, og onkur hevur selt hana. Onnur taka tónleikin upp, miksa og mastera hann. Grafikarar gera húsar, plátufeløg geva tónleikin út, og onnur marknaðarføra hann.

Og hvussu við konsertunum?

Konserthús skulu byggjast og umvælast. Tað gevur arbeiði til timburmenn, elektrikarar, málarar, rørsmiðir og onnur handverksfólk. Onkur framleiðir stólarnar, pallin, ljóðanleggið og ljósini. Onnur selja og seta útgerðina upp.

Tá konsertin nærkast, fara enn fleiri til arbeiðis
Onkur bókar tónleikaran og fyriskipar tiltakið. Ljóðfólk og ljósfólk gera klárt. Fyritøkur leiga ljóð og ljós út. Vaktir standa við dyrnar, barrfólk skeinkja, og reingerðarfólk vaska áðrenn og aftaná. Onkur tekur sær av bókhaldinum, og onnur arbeiða í konserthúsinum bæði áðrenn, undir og eftir konsertina.

Barrin keypir vørur frá framleiðarum og veitarum. Áskoðarar fara á matstovu áðrenn ella aftaná konsertina, har kokkar og tænarar arbeiða. Umframt, at matstovurnar keypa matvørur frá matvøruhandlum. Onkur yvirnáttar á hotelli. Taxabilar koyra fólk til og frá tiltakinum. Onkur selur t-shirtir við bólkinum, meðan onnur hava framleitt, prentað og selt t-shirtirnar

Og lurta bara eftir Útvarpinum hjá KVF. Hvussu stórur partur av senditíðini er tónleikur? Hvussu hevði útvarpið ljóðað, um eingin gjørdi tónleik?

Tá ein tónleikari stendur á pallinum, so eru tað nógv onnur, sum eisini fáa arbeiði og inntøkur.

Tað er sum at kasta ein stein í vatnið, og síggja ringarnir spreiða seg.

Og hvat við rithøvundunum?
Hugsa tær, at eingin skrivaði bøkur longur.

Hvat skuldu bókaforløgini givið út? Hvat skuldu prentsmiðjurnar prentað? Hvat skuldu bókahandlarnir selt og bókavørarnir sett í hillarnar?

Ritstjórar, týðarar, grafikarar, ummælarar og marknaðarfólk fáa eisini arbeiði, tí onkur skrivar. Og hvat við skúlunum? Bøkurnar eru eitt av høvuðsamboðunum, sum hjálpa okkara børnum at læra at lesa, skriva og skilja heimin betri.

Málningalist og sjónleikur skapa eisini arbeiði
Ein málari keypir lørift, penslar og máling. Onkur framleiðir og selur tilfarið. Onnur gera rammur, flyta verkini, taka myndir, skipa fyri framsýningum og selja listina. Listin kann eisini lokka ferðafólk til landið, sum gevur fleiri 1000 krónur í kassan fyri hvønn ferðandi.

Ein sjónleikari stendur á pallinum, men aftanfyri eru leikstjórar, rithøvundar og fólk, sum seyma búnar, smíða pall, gera ljós, ljóð, hár og sminku. Og øll tey, sum fáa sjónleikahúsið at koyra.

Felags fyri alt hetta er, at listafólk skapa arbeiði og inntøkur hjá nógv fleiri enn bara sær sjálvum.

Men tað størsta virðið kann ikki gerast upp í pengum
Eitt er arbeiði og inntøkur, men vit ikki mugu gloyma tað, sum listin gevur okkum sum menniskju.

Tónleikurin savnar okkum. Hann fær okkum at dansa, flenna, gráta og syngja saman við fólki, sum vit ikki eingang kenna. Hann gevur okkum orku, tá vit eru troytt, og troyst, tá lívið er tungt.

Ein bók kann fáa okkum at síggja heimin við eygunum hjá einum øðrum. Ein málningur kann fáa okkum at steðga á og hugsa. Ein sjónleikur kann fáa okkum at flenna at okkum sjálvum ella skilja onnur betur.

List fær okkum at merkja gleði, vreiði, sorg og vakurleika. Hon skapar felagsskap og minnir, sum fylgja okkum alt lívið.

Og tónleikur kann enntá vekja minnir hjá fólki við demens, tá mann annars helt, at alt var farið.

Og hendan partin av listini kunnu vit ikki seta ein prís á.

Hví virðismeta vit listina, men ikki altíð listafólkini?
Tað, sum eg ikki skilji er, hví vit øll virðismeta arbeiðsplássini rundan um listina. Men hví hava summi so ringt við at virðismeta arbeiðið hjá teimum, sum skapa hana?

Vit halda tað vera púra natúrligt, at handverkarin, ljóðteknikarin, grafikarin og bókhaldarin skulu hava løn fyri sítt arbeiði. Og vit vænta ikki, at ein kokkur skal arbeiða ókeypis, tí matstovan gevur øðrum arbeiði. Men tá listafólkið, sum setti alt í gongd, skal hava løn ella stuðul fyri sítt arbeiði, so er tað knappliga ikki so sjálvsagt meir.

Hví tað?

Tak dømi við Jacob Vestergaard, sum hevur skorið í játtanini til tónleikin. Stuðul til list er jú eisini ein máti at gjalda fyri arbeiði, sum hevur virði fyri samfelagið. Og listafólk skulu eisini gjalda rokningar og kunna liva av sínum arbeiði.

Tí tað er ikki nóg mikið at virðismeta sjálva listina. Vit mugu eisini virðismeta menniskjuni, sum skapa hana.

Næstu ferð vit tosa um, hvat listafólk kosta samfelagnum, áttu vit kanska heldur at spurt, hvat samfelagið hevði mist uttan tey.

Hergeir Staksberg

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #