Tá ið ein lóg verður smíðað, er tað ikki nóg mikið, at hon er løgfrøðiliga røtt. Hon skal eisini vera logiskt samanhangandi, løtt at skilja og møgulig at umsita.
Kortini síggja vit, at nýggjar lógir viðhvørt skapa trupulleikar, tí tær eru ógreiðar, hava mótsagnir ella ikki samsvara við aðrar galdandi lógir.
Hvat kann lóggávan læra av verkfrøðini?
Í elektriskum stýringum verður millum annað Karnaugh-diagrammið nýtt til at einfalda logiskar funktiónir og fáa yvirlit yvir samansetingar av ymiskum treytum.
Endamálið er at tryggja eina greiða og samanhangandi stýring, har mótstríðandi boð, til dømis um at tendra og sløkkja samstundis, verður avdúkað og handfarið.
Ein lóg er í ávísan mun eisini ein skipan av treytum og avleiðingum. Um A er galdandi, skal B henda. Men hvat um C eisini er galdandi – ella ein onnur lóg sigur nakað annað?
Tá ið lógir ikki samsvara
Nýliga hevur kjak verið um lóggávu viðvíkjandi útleigan av bústøðum, har spurningar eru reistir um samspælið við skattareglurnar.
Hetta reisir ein einfaldan spurning: Hvussu tryggja vit, at ein nýggj lóg ikki kemur í stríð við lógir, sum longu eru galdandi?
Matematikarar inn í lóggávuarbeiðið?
Matematikarin dugir annað og meira enn at undirvísa í støddfrøði. Hansara serkunnleiki eigur eisini at verða nýttur, har onnur fakøki ikki røkka – eitt nú í lóggávuarbeiðinum.
Hetta er ikki fyri at seta løgfrøðingar til viks, men fyri at styrkja arbeiðið. Matematikarin kann hjálpa til við at kanna treytir, undantøk og mótsagnir og finna møguleikar fyri at gera reglurnar einfaldar.
Løgfrøðilig orðing og logisk uppbygging ganga ikki altíð hond í hond.
Vitlíki gevur nýggjar møguleikar
Við vitlíki ber til at samanbera eitt lógaruppskot við aðrar viðkomandi lógir og reglugerðir og hjálpa til við at finna møguligar mótsagnir, ógreiðar orðingar og avleiðingar, sum fyrst koma undan kavi tá lógin er sett í gildi.
Vitlíki kann eisini gera avgerðartalvur, sum vísa, hvussu lógin virkar undir ymiskum treytum.
Eitt uppskot til Løgtingið
Áðrenn eitt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið, eigur tað at verða kannað við matematiskum logikki og vitlíki, so møguligar mótsagnir, ógreiðar treytir og samspælið við aðrar lógir verður lýst.
Tí ein lóg eigur at vera so einføld og greið sum gjørligt, soleiðis at hon kann skiljast og umsítast uttan óneyðugar tulkingar og ivamál.
Kanska er tíðin komin, at løgfrøðingurin fær sær ein matematikara og vitlíki við sær til borðið.
Mourits M. Joensen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



