Eg helt fyrst, at svarið var einfalt. Tað var tað ikki.
Fyri nøkrum døgum síðani setti eg ein spurning á Facebook: Hví hoyra vit um átrúnað, tá kríggj og yvirgangur eru á skránni?
Svarini komu í stórum tali. Summi søgdu, at átrúnaður bara verður brúktur sum eitt amboð hjá valdhavarum. Onnur hildu, at ósemjurnar í grundini snúgva seg um land, vald, tilfeingi og politikk. Fleiri løgdu dent á, at átrúnaður skapar eitt sterkt “vit og tey”, meðan onnur mintu á, at eisini gudleysar hugsanir sum nazisma, stalinisma og maoisma hava kostað milliónum av mannalívum.
Hetta vakti mítt forvitni. Tí brúkti eg næstu dagarnar til at lesa tað, gransking sigur um evnið.
Og niðurstøðan kom eitt sindur óvart á meg.
Átrúnaður er ein serliga sterkur felagsskapur
Gransking vísir, at átrúnaður í sjálvum sær hvørki er friðarligur ella harðligur.
Tvørturímóti hevur átrúnaður í túsundtals ár havt ein týðandi leiklut. Hann hevur hjálpt menniskjum at byggja upp álit, samstarv, felags reglur og sterk feløg. Tað hevur helst verið ein menningarligur fyrimunur. Bólkar, sum dugdu at samstarva og líta á hvønn annan, høvdu størri møguleika at yvirliva.
Men átrúnaður hevur eitt eyðkenni, sum ger hann øðrvísi enn onnur drøg.
Ein politiskur flokkur, ein tjóð ella eitt felag byggir á reglur, sum menniskju sjálvi hava gjørt. Átrúnaður byggir hinvegin á trúgvina á ein yvirnatúrligan veruleika. Tað merkir, at siðareglur ikki bara verða fataðar sum meiningar hjá menniskjum, men sum Guds vilji, heilagir tekstir ella ein hægri skipan.
Júst tí kann átrúnaður gerast ein óvanliga sterk sosial megi. Tá reglur og virðir verða fatað sum gudgivin, eru tey ofta truplari at ivast í, kjakast um ella broyta.
Tað yvirnatúrliga styrkir samanhaldið
Granskarar halda, at trúgvin á yvirnatúrligar sannleikar hevur havt stóran týdning fyri menniskjans evni at samstarva.
Um fólk trúgva, at Gud sær alt, lønar tað góða og revsar tað illa, eru tey meira sannførd um at fylgja felags reglum – eisini tá eingin annar sær.
Samstundis verður felagsskapurin sterkari. Limirnir deila ikki bara somu virðir, men eisini sannføringina um, at hesi virði eru heiløg og hava sín uppruna uttan fyri menniskjað sjálvt.
Hetta kann vera ein av høvuðsorsøkunum til, at átrúnaður gjøgnum søguna hevur verið so góður til at skapa stórar og sterkar felagsskapir.
Men sama megin hevur eina baksíðu
Tann sami mekanisman, sum skapar álit og samanhald innanhýsis í einum bólki, kann eisini gera markið móti øðrum bólkum nógv greiðari.
Átrúnaður gevur fólki ein felags samleika, felags siðalæru og eina felags fatan av tí heilaga. Men hvør samleiki hevur eisini eina aðra síðu: Hann sigur nakað um, hvør ikki hoyrir til.
Tá bólkurin samstundis heldur, at hansara virðir eru gudgivin, kann ein ósemja gerast meira enn ein vanlig politisk stríð. Mótparturin verður ikki bara ein, sum heldur okkurt annað, men kann verða sæddur sum ein, ið stendur ímóti tí heilaga.
Hetta merkir ikki, at átrúnaður førir til harðskap. Men tað merkir, at undir ávísum søguligum og politiskum umstøðum kann hann geva ósemjum eina serliga megi.
Tí verður átrúnaður ofta drigin inn í ósemjur
Kríggj og yvirgangur snúgva seg sjáldan bara um átrúnað.
Vanliga snúgva tey seg um vald, landaøki, búskap og politisk áhugamál.
Men átrúnaður kann geva stríðnum nakað, sum fáar aðrar hugsanir megna.
Hann kann geva gerðum eina kenslu av gudgivnari rættvísgerð.
Hann kann fáa stríðið at tykjast sum eitt stríð millum gott og ilt.
Og hann kann styrkja trúskap, offurvilja og dirvi, tí fólk uppliva seg sum part av eini størri ætlan.
Hetta síggja vit bæði hjá fólkaræðisligum leiðarum, einaræðisstýrum og yvirgangsfelagsskapum.
Tá USA leyp á iransku kjarnorkuanleggini tann 21. juni 2025, endaði Donald Trump røðu sína við at takka Gudi og biðja Gud signa bæði Ísrael og Amerika. Hann grundgav ikki álopið við kristindóminum, men hann knýtti Gud, tjóðina og herin tætt saman.
Tá Vladimir Putin í 2014 tosaði um innlimingina av Krim, vísti hann á dópin hjá Vladimiri stórhertoga og ortodoksa kristindómin sum grundarlag undir russisku mentanini og søguliga kravinum til Krim.
Hjá Osama bin Laden var sambandið enn greiðari. Í fatwa síni frá 1998 skrivaði hann, at tað var skylda hjá hvørjum muslimi at drepa amerikanarar og teirra sameindu.
Hesi trý dømini eru sjálvsagt sera ymisk. Men tey vísa øll, hvussu átrúnaður kann geva politiskum gerðum eina myndugleika, sum røkkur longur enn vanligur politikkur. Tá Gud, tað heilaga ella átrúnaðarliga søgan verða knýtt at einum stríði, fær tað eina djúpari siðaliga merking.
Hetta snýr seg ikki bara um átrúnað
Samstundis vísir søgan greitt, at menniskju eisini kunnu fremja ræðuligan harðskap uttan átrúnað.
Nazisma, stalinisma og maoisma vóru verðsligar hugmyndafrøðir. Kortini megnaðu tær at skapa sterk feløg við absoluttum sannleikum, fíggindamyndum og vilja at ofra menniskju fyri eina hægri søk.
Munurin er tó, at átrúnaður kann byggja sína myndugleika á nakað, sum verður fatað sum yvir menniskjaligt kjak. Og júst tí kann hann gerast ein serliga sterk megi, tá politiskar ósemjur taka seg upp.
Hannah Arendt, Dostojevskij og Kierkegaard
Meðan eg las granskingina, kom eg fleiri ferðir at hugsa um Hannah Arendt.
Hon skrivaði, at menniskju hava ein sterkan tørv á at hoyra til og finna meining. Tá ein ideologi ella ein átrúnaður sigur seg hava tann einasta sannleikan, verður tað lættari at rættvísgera gerðir, sum annars høvdu verið óhugsandi.
Dostojevskij lýsir nakað av tí sama í Brotsverk og revsing. Raskolnikov finnur skjótt út av, at eitt menniskja ikki uttan víðari kann bera skuldina av einum brotsverki. Hann leitar tí eftir eini hægri rættvísgerð fyri síni egnu gerð.
Kierkegaard lýsir hetta sum fortvilelse. Menniskjað roynir at flýggja frá sær sjálvum og ábyrgdini fyri egnum gerðum. Ein háttur er at hvørva inn í ein bólk, har fortvilvelse hjá tí einstaka verður druknað í felags sannføringini.
Hetta kann vera serliga sterkt í átrúnaði, tí reglurnar ikki bara verða fataðar sum menniskjaskaptar, men sum Guds vilji ella ein yvirnatúrligur sannleiki. Tá verður tað lættari at uppliva sínar egnu gerðir sum part av einum størri endamáli.
Mín fyribils niðurstøða
Eftir at hava lisið granskingina eri eg minni sinnaður at spyrja:
“Hví skapar átrúnaður kríggj?”
Heldur vil eg spyrja:
“Hví verður átrúnaður stundum tann sterkasti bólkssamleikan, tá menniskju skulu rættvísgera harðskap?”
Kanska er svarið, at átrúnaður ikki bara savnar fólk um felags virðir, men eisini um sannføringina, at hesi virði koma frá einum yvirnatúrligum uppruna. Tað gevur felagsskapinum eina serliga styrki – og kann í ringastu førum eisini geva harðskapi eina serliga rættvísgerð.
Men søgan vísir eisini, at menniskju kunnu fremja somu ógerðir uttan átrúnað. Tí snýr spurningurin seg í síðsta enda ikki bara um átrúnað, men um tørvin hjá menniskjanum á samleika, meining, felagsskapi og absoluttum sannleikum.
Kanska er átrúnaður tó tann sterkasti av øllum bólkasamleikum, tí hann bindur menniskjalig virðir saman við tí, sum verður fatað sum heilagt og hægri enn menniskjað sjálvt. Og júst tí verður hann aftur og aftur drigin inn í kríggj, yvirgang og politiskar ósemjur – ikki altíð sum orsøkin, men ofta sum tann sterkasta rættvísgerðin.
Jóhannes Miðskarð
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



