Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Marta á Lakjuni á Facebook: Tá eg hugsi um ta óendaligu náði og tann kærleika, sum Jesus møtir okkum menniskjum við, verði eg mint á ein einfaldan spurning: Hvussu møti eg øðrum menniskjum? Kanska er ein av størstu avbjóðingunum hjá kristnum í dag ikki, um vit hava røttu sannføringarnar, men um fólk kenna kærleika okkara, áðrenn tey kenna meiningar okkara. Tí tað, sum ofta talar sterkast til menniskju, eru ikki grundgevingar okkara, men hjartalag okkara. Møta vit teimum, sum hugsa og liva øðrvísi enn vit, við somu náði, somu eyðmýkt og sama kærleika, sum Jesus møtti okkum við?

Við hesum í huga haldi eg, at tað er vert at spyrja, um tað er skynsamt, tá kristin standa við øksini fremst í málum, sum eitt nú umrøða samkyndleika og fosturtøku. - Ikki tí at etiskir spurningar eru týdningarleysir, men tí at fokusið tá flytur seg frá evangeliinum til mentanarbardaga ella stríð um moralskar og samfelagsligar spurningar, har vandi er fyri, at evangeliið verður skúgvað í bakgrundina, meðan mentanarbardagin og kjak og tvídráttir taka yvir. Tá koma fólk at hoyra tey kristnu sum eina rødd, ið ber fram fordøming og mótstøðu, heldur enn gleðiboðskapin um kærleika, náði og vón.

Tá vit lesa um Jesus í evangeliunum, møta vit sjáldan einum Jesusi, sum fyrst og fremst gekk runt og fordømdi moralskar brestir í samfelagnum. Tvørturímóti síggja vit ein mann, sum hevði serligt eyga fyri teimum, sum kendu seg útihýst, dømd ella óynskt. Tað undranarverda er, at Jesus ofta hevði hvassastu samanbrestir sínar við religiøs menniskju, sum hildu so fast um sannleikan, at kærleikin glapp teimum av hondum. Tað sæst týðiliga í søguni um kvinnuna, sum varð drigin fram fyri Hann av fólki, ið var til reiðar at døma hana. Meðan tey stóðu við steinunum í hondini, vendi Jesus sær ikki burtur frá kvinnuni, men minti fólkið á eina sannroynd, sum fevnir um okkum øll: At eingin er uttan synd. - Og tá eingin steinur varð kastaður, stóð náðin eftir. - Jesus gav kvinnuni og teimum útihýstu eitt virði, sum eingin kundi taka frá teimum.

Sjálvandi hevði Jesus moralskar sannføringar. Men Hann tyktist vita, at hjørtu menniskja sjáldan latast upp av skomm, trýsti og fordøming. Tey latast upp, tá tey verða sædd, hoyrd og elskað. Tá kristin tí leggja størsta dentin á samkyndleika ella fosturtøku, kunnu tey koma at senda út boðskapin, at hetta eru størstu syndirnar í heiminum. Men Jesus sjálvur tosaði nógv meira um hatur, vald, fals og svik, ríkidømisdyrkan, sjálvrættvísi og vantandi miskunn enn um fleiri av teimum málum, sum seta dagsskránna hjá kristnum í kjaki í dag.

Trupulleikin er ikki, at kristin hava etiskar meiningar. Trupulleikin kemur, tá etikkur verður fremri enn kærleiki, og tá fólk kenna dómin frá kristnum langt áðrenn, tey kenna hjarta teirra. Um Jesus gekk í gøtum okkara í dag, hevði Hann neyvan byrjað við at spurt fólk um teirra støðu til samkyndleika ella fosturtøku. Hann hevði helst byrjað við at spurt, hvussu tey høvdu tað. Og júst har liggur kanska ein av stóru avbjóðingunum hjá kristindóminum í okkara tíð: Ikki at vinna kjak, men at vinna menniskju.

Hetta er ikki ein grundgeving fyri, at kristin skulu gevast við sínum sannføringum. Tað er ein grundgeving fyri, at sannføring uttan eyðmýkt, miskunn og kærleika lættliga ger meiri skaða enn gagn. - Tað var júst tann freistingin, Jesus ferð eftir ferð ávaraði ímóti: At kenna sannleikan, men gloyma kærleikan.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #