

Fuglar.fo: Hvussu nógv ymsik fuglasløg kanst tú finna eftir einum degi? Og hvussu nógv sløg kunnu vit skráseta í øllum ladinum?
Stóri fuglateljingardagurin “Global Big Day” verður hildin tvær ferðir árliga. Fyrst um várið (seinni leygardagur í mai) og einaferð um heystið (seinni leygardagur í oktobur. Í ár verður várteljingin 10 mai.
Øll kunnu vera við, og tað er lætt. Í heimshøpi tóku yvir 39.000 fólk lut í hesum degi í oktobur 2023, og fleiri enn 7700 fuglasløg vóru eygleidd.
Hvussu vita vit tað? Jú, tí at øll sum taka lut í teljingum hendan dag skráseta sínar eygleiðingar í eBird (www.ebird.org).
eBird er ein stórur dátabasi við fuglaeygleiðingum har øll sjálvboðin kunnu leggja sínar teljingar inn.
Her ber til at síggja, hvat fyri fuglasløg eru eygleidd í Føroyum (leinkja her), nær fuglurin sæst í Føroyum og nær hann fer av landinum aftur (leinkja her), fleiri enn 4400 myndir av fuglum úr Føroyum (leinkja her), og fleiri enn 100 ljóðupptøkur av fuglaláti úr Føroyum (leinkja her).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo