Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Her er pridetalan hjá Ólavur Eysturdal:

Fyrst av øllum vil eg takka LGBT+ Føroyum fyri høvið at halda ársins pridetalu.

Hetta er ein stórur heiður fyri meg, men hetta er ikki fyrstu ferð, eg haldi pridetaluna. Eg helt hana eisini fyrstu ferð LGBT-Føroyar skipaði fyri Faroe Pride í 2012. Tað var triðja pride’in í Føroya søgu.

Undan tí degnum 27. Juli 2012, varð nógv gjørt burturúr. Á sjálvum degnum savnaðust nógv fólk uppi í Gundadali og vónin hjá nýggju rørsluni var, at kanska eini 500 fólk fóru at ganga skrúðgongu oman í Tórsgøtu, har pallur við fleiri góðum tiltøkum bíðaði.

Tað hevði regnað í fleiri dagar, men tá ið fólk byrjaðu at savnast uppi í Gundadali, bleiv veðrið betri og sólin fór at skína og regnið vísti seg ikki aftur fyrr enn alt var av. Tað kendist sum um, at Várharra bara vildi hava Faroe Pride at eydnast, og hon eydnaðist ikki bara. Hon varð ein brakandi succes!

Ongin, og eg meini ONGIN, hevði roknað við, at skrúðgongan fór at gerast tann størsta skrúðgongan nakrantíð í Føroya søgu. Longri oman vit komu, tess fleiri fólk komu upp í frá síðugøtunum, kvinnur, menn, børn, systkin, vinir, mammur, pápar, ommur, abbar – you name it!

Komin oman í Tórsgøtu var plásstrot. Løgreglan taldi 5.000 fólk í skrúðgonguni. Ikki minni!

----

Hetta var broytingin, vit øll høvdu bíðað eftir síðani §266b varð viðtikin í 2006. Eitt siðaskifti varð nú langt um leingi veruleiki. Føroyar vístu seg frá einari nýggjari síðu. Føroyar vístu seg at vera rúmligari enn nakrantíð áður, og tit, sum eru komin á Faroe Pride í dag, eru somu livandi prógv um, at túsundtals føroyingar fagna opinleikanum, ymiskleikanum og kærleikanum undir ælabogans margfeldu litum!

Pride er ikki bara okkara dagur, sum eru LGBT-arar. Pride er dagurin hjá okkum øllum, sum vilja byggja brýr millum fólk, skapa frið og heiðra kærleikan!

Faroe Pride savnar føroyingar úr øllum landinum. Pride savnar útlendingar, ið her búgva. Pride savnar útlendsk ferðafólk, útisetar og ólavsøkugestir og vísir umheiminum, at fólkið her bý er eitt frælst, frítt og framskygt fólk, ið ikki góðtekur, at kærleikin verður kúgaður, kroystur ella krógvaður burtur, OG at størstur er kærleikin!

Vald, myndugleiki og lóg standa ikki yvir kærleikanum. Vald myndugleiki og lóg stýra ikki kærleikanum. Har kærleikin verður hildin niðri, kemur hann fleirfaldaður aftur líka sum sólin undan skíggjunum!

----

Tað eru nú 14 ár síðani, eg helt pridetaluna seinast. Siðaskiftið, sum hevði verið ávegis leingi, bleiv tann dagin endaliga staðfest.

Myrkrið og religiøsa haftið hevði endiliga mist ræðið á føroyinginum. Føroyingar søgdu farvæl til myrku tíðina og vælkomin til bjartari tíðir fyri framman.

Tað var ein stórur dagur fyri okkum øll! Og í dag kunnu vit spyrja, hvørji framstig føroyska samfelagið hevur gjørt síðani tá!? Og tey eru ikki fá!

Vit kunnu nevna at:

1. Samkynd hava fingið rætt til borgarliga vígslu

2. Samkynd hava fingið møguleika at fáa kirkjuligt vælsignilsi, um Fólkakirkjan ger eitt ritual til endamálið

3. Tvørkyndleiki verður ikki longur mett sum ein sinnissjúka av heilsumyndugleikunum

4. Tvørkynd í Føroyum hava fingið sama viðgerðartilboð sum tvørkynd í Danmark

5. Samkynd hava fingið rætt til at ættleiða

6. Bæði gentur og dreingir hava fingið rætt til ókeypis HPV-koppseting

7. Samkyndir menn hava nú loyvi til at lata blóð

8. Kvinnur kunnu gerast sammøður at lívfrøðiligu børnunum hjá sínum maka av sama kyni

9. Sammøður og samkynd pør, sum ættleiða, eru nú fevnd av barsilsskipanini

10. Kynsligur samleiki er vardur av ásetingunum um hatursbrotsverk í revsilógini

11. Lógin um eftirgjørdan gitnað er víðkað til eisini at fevna um samkynd pør

Alt í alt 11 ítøkiligar broytingar við ábótum á javnstøðuleið. Alt hetta betrar um korini hjá minnilutum í føroyska samfelagnum og ger samfelagið rúmligari fyri tey, sum ikki føla, at tað er rúm fyri teimum!

----

Tað sagt, so er enn nógv arbeiða eftir at útføra. Arbeiðið er ikki liðugt. Javnstøða og rúmliga samfelagið er ikki nakað, vit mugu ella kunnu taka fyri givið. Vunnin rættindir skulu vit halda fast í, so at øll, sum vaksa upp í hesum landi, fáa so góðar møguleikar og so góð kor sum gjørligt, og kunnu skapa sína egnu lagnu og finna eydnuna.

At arbeiðið ikki er liðugt enn, hava vit eisini sæð síðstu dagarnar. Meðan pridevikan hevur verið á skránni og litfagri ælabogavegurin í Steinatún hevur prýtt okkara høvuðsstað, er tað ikki bara útspilling, niðurgerðing og útihýsing av okkum LGBTarum, sum enn einaferð er farin fram á sosialu miðlunum og í almenna rúminum hesa vikuna.

Tað er ei heldur langt frá sálarligum harðskapi til fysiskan harðskap, tá homofobiin veruliga fær loyvi at festa rót í okkara medmenniskjum og samfelagnum. Vit upplivdu tað tíverri aftur hetta vikuskiftið á pride í Berlin, eins væl og vit upplivdu tað á pride í Oslo í 2022, í Orlando, Florida í 2016 og við Rasmus Ramussen, sála, í 2006. Slíkt má og skal ikki henda aftur!

Tað er beinleiðis sálarligur harðskapur, sum vit fer eftir fer uppliva! Slíkt skal ikki góðtakast og má steðgast! Tað er uttan iva eisini ein av orsøkunum til, at so nógv av tykkum eru møtt upp her í dag. Tit eru komin her fyri at siga her til og ikki longur!

Lógarmessiga er eisini ymiskt, sum enn manglar, eitt nú lóggáva, sum verjir fólk ímóti missmuni á arbeiðsmarknaðinum vegna kynsligan samleika, rasu, uppruna og átrúnað. Tað er átrokandi. Og enn í dag ber ikki til at fáa løgfrøðiligt kynsskifti í Føroyum.

----

Eitt annað mál er eisini átrokandi, og tað er bann av umvendingarterapi! Tað hevur týdning, at vit eisini tosa um tað.

18 framkomin lond, sum vit samanbera okkum við, hava longu bannað umvendingarterapi, og tað seinasta av teimum var Norra í 2024 og Danmark er ávegis!

Í samkomuhøpi uppliva nógvir LGBT-arar, at tað er skeivt at vera samkyndur, tvíkyndur ella tvørkyndur. Man fær ikki bara at vita, at man er skeivur, men at man má venda um, taka frástøðu frá sær sjálvum og rætta upp á seg sjálvan.

Hetta hevur stórar sálarligar trupulleikar við sær so sum angist, tunglyndi, strongd, PTSD og í ringasta føri sjálvmorð. Eg kenni fleiri, sum hava haft eina slíka lagnum í trúðarsamfeløgum í Føroyum og uttanlands.

LGBT-arar, sum vaksa upp í kirkjum og samkomum, royna enn í dag at broyta seg sjálvi fyri at passa inn

í religiøsu – og teir avleiddu sosialu – kassarnar bara fyri ikki at missa sítt netverk og sína familju. Hóast hetta biologiskt er ógjørligt. Eingin velur at gerast LGBTari. Soleiðis eru vit skapt!

Tað er tí okkara skylda sum samfelag at varpa ljós á religiøsan ágang og at veita øllum offrum – ikki bara LGBT-arum – upplýsing og eina hjálpandi hond út úr religiøsum felagskapum, har sálarligur ágangur ikki verður steðgaður.

Eg verði javnan spurdur, um ikki tað bara er best at melda seg burturúr trúarlívinum og bara halda seg vekk frá hesum felagsskapunum. Eg havi eisini sjálvur hugsað tankan fleiri ferðir, men tað er ikki so einfalt, sum tað ljóðar, og mín niðurstøða er altíð tann sama:

Øll hava rætt til eitt trúarlív! Kristindómurin er ikki bara ætlaður nøkrum útvaldum, men øllum, eisini LGBT-arum, soleiðis sum vit eru og velja at vera opin um!

----

Danski presturin og gudfrøðingurin N.F.S. Grundtvig lýsti so væl ta kristnu uppgávuna: “Menneske først, kristen så!” Also áðrenn vit eru kristin, eru vit menniskju, og skulu vit vera góð kristin, noyðast vit eisini at vera góð menniskju! Soleiðis fáa øll verið við!

Tí er mín áheitan á okkum øll, um ikki at venda trúarsamfeløgunum bakið. Eg heiti tí eisini á øll – óansæð hvussu vit trúgva ella ikki trúgva – um at fara aftur og luttaka í kirkjum og samkomum sum tey góðu menniskjuni, vit eru sett í heimin til at vera, og har minna hvønn annan á tað góða, sum ælabogin stendur fyri!

Bara við at vera til staðar, lurta, siga frá og annars vera eitt gott menniskja, kunnu vit øll hvør í sínum lagi gera stóran mun.

Forteljið prestunum, tá ið tit eru ósamd (tað hava vit gott av at hoyra!). Takið orðið í samkomuni! Stillið upp til kirkjuráðval og tosið við tykkara fólkakirkjuumboð í kirkjuráðunum! Og krevji av

tykkara leiðarum og umboðum, at tey virða opinleikan, ymiskleikan og kærleikan!

Ikki góðtaka, at tit ikki kunnu fáa orðið. Tit eru eisini við í Guds felagsskapi! Minst til tað!

Í Guds eygum eru vit øll líka. Í Guds ríki eiga vit øll rúm og nei, ongin fer niður í eldsjógvin til illamann. Guds ríki er fyri øll líka sum kærleikin!

----

Og her at enda til mínar LGBT-felagar og øll tykkum, sum stuðla Faroe Pride!

Latið okkum vera klár til at leggja ósemjur og gamalt agg okkara millum til viks. Latið okkum standa saman, hjálpa hvørjum øðrum og taka tøk saman, so heimurin fyri okkara part altíð gerst ein betri staður. Latið okkum arbeiða við okkum sjálvum, søkja hvønn annan og vera góð fyridømir fyri onnur.

So vera tey verandi, opinleikin, ymiskleikin og kærleikin, men størstur av øllum, er kærleikin! 

Góða Pride! Takk fyri!          

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #