Um ársskiftið hækkar árliga gjaldið fyri eitt parkeringsloyvi hjá íbúgvum í miðbýnum í Havn úr 780 krónum upp í 1.780 krónur. Tað er ein hækking á 128 prosent.
Tórshavnar býráð samtykti hækkingina 17. september við átta atkvøðum fyri og fimm ímóti. Tá vóru 174 parkeringsloyvi í gildi.
Loyvið er ætlað fólki, sum búgva í miðbýnum og mangla parkeringspláss á egnari grund. Hvør bústaður kann fáa eitt loyvi. Við tí kunnu íbúgvar parkera uttan tíðaravmarking í ávísum básum nærindis heiminum, har vanliga er loyvt at standa í tveir ella átta tímar. Eisini við loyvi mugu teir finna sær ein leysan bás.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



