Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Nú um dagarnar kom bók út, sum Jan Erik Simonsen úr Sandavági hevði skrivað um Suðuroya-Dánjal, sum var porkerningur. 

Ein vinmaður mín ringdi og spurdi, um hetta var tann sami maðurin, sum vit í Sørvági kallaðu Suðuroyar-Dánjal. Tað stutta av tí langa er, at tað er tað ikki. Tað er hvør sín persónur, sum hava fingið sama navn. 

Søgan um okkara Suðuroyar-Dánjal er henda. Hjúnini Jóan Pauli Poulsen og Elin Holm, bæði úr Hvalba, áttu trý børn, sum øll vórðu gift til Sørvágs. Tey vóru: Daniel Poulsen, Karin Maria Poulsen og Margreta vanliga kallað Suðuroyar-Greta.  

Dánjal Poulsen giftist við Binu Jacobsen, sum var dòttir Petur ì Gomlustovu í fyrru giftu. Tey bygdu fyrst hús í Sørvági, men fluttu seinni oman í Vatnsoyrar. Tey áttu m.o. John Poulsen, sum giftist við Adeleid. Børn teirra eru: Dánjal, Rutt og Ólavur. 

Karin Maria giftist við Pól Andrias Mortensen. Tey áttu m.o. Hans Mortensen, vanlig róptur Poll-Hans. Hans og Mary áttu børnini: Herluf, Robert, Marner, Jonnu og Poul Arna. 

Margreta, vanliga rópt Suðuroyar-Greta, giftist við Mikkjal ì Beitinum. Tey áttu m.o. børnini Palla Joensen og Karolinu Joensen. Palli Joensen og Herdis áttu børnini: Marjun, Berit, Mikkjal og Kára. 

Karolina og Petur Weihe áttu børnini: Pál, Klæmint og Martu. 

Allir eftirkomararnir hjá nevndu systkjum komu at hoyra til brøðrasamkomuna í Sørvági. Mamma mín Inna og Lena í Beiti, sum hoyrdi til brøðrasamkomuna, vóru hjartavinir. Kanska tí kom eg sum smádrongur at ganga í sunnudagsskúlan Kedron hjá brøðrasamkomuni. Tí minnist eg sjálvandi væl tey nøvnini, sum eg havi nevnt í hesum greinastubbanum. 

Abbi mín, Martin Jacobsen, vanliga nevndur Keldumartin, royndi at læra meg sum tannáring um okkara skyldfólk í Vatnsoyrum og Sandavági. Eg minnist at hann segði, at vit eru í ætt við øll í Vatnsoyrum gjøgnum Gomlustovuættina. Hetta hevði ikki mín stóra áhuga tá. 

Nógv ár seinni, tá eg var borgarstjóri í Sørvági, høvdu eftirkomararnir hjá Lítla-Martini í Vatnsoyrum ættarstevnu í Gamla skúla í Sørvági. Tey spurdu tá, um eg ikki kundi siga nøkur orð. Eg mintist tá til orðini hjá abba, og fór at leita í bókunum hjá Sonna Jacobsen, Sørvágur og sørvingar. Jú, abbi hevði rætt. Lítli-Martin kom úr Gomlustovu eins og mamma Stóra-Martin. Somuleiðis Bina, sum var gift við Suðuroyar-Dánjal, kom eisini úr Gomlustovu. Hetta er niðursetufólkið í Vatnsoyrum. 

Eg endaði mína talu við at siga, at í 1886 varð Sørvágs kirkja endurreist og vígd av nýggjum. Tá sótu allir prestarnir í Føroyum til háborðs í Gomlustovu. Tá válaðu tykkara forfedrar millum beinini á gestunum. Nøkur ár seinni hoyrdi eingin av tykkum ella tykkara eftirkomarum til kirkjuna, men til brøðrasamkomuna. Hetta síðsta varð sagt í skemti. 

Sune Jacobsen 
Sørvágur 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo