Hagstovan: Innflutt varð fyri knappar 11,8 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juli 2025 til juni 2026. Tað er góðar 1,2 milliardir krónur, ella 11,8 prosent, meira enn undanfarna uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á øllum vørubólkum, uttan bólkinum "ídnaðarvørur flokkaðar eftir ráevni", vaks seinastu 12 mánaðirnar.
Innflutningur av matvørum er vaksin næstan 374 milliónir krónur, ella 16 prosent, í mun til seinasta uppgerðarár.
Innflutningsvirðið á djóra- og plantuoljum er vaksið knappar 161 milliónir krónur. Hetta er fyri tað mesta rapsolja.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



