Iran er til reiðar at loyva japanskum skipum at sigla gjøgnum strategiskt týðandi Hormuzsundið.
Tað skrivar japanska tíðindastovan Kyodo leygarmorgunin og vísir til iranska uttanríkisráðharran, Abbas Araghchi.
Sambært tíðindastovuni eru londini longu farin undir samráðingar um eina møguliga upplating av sundinum fyri japanskum skipum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



