Irondome verjuskipanin hjá Ísrael megnaði ikki at skjóta allar iransku rakettirnar niður, og tí rakti minst ein tíðliga í morgun íbúðarumráði í Arad og Dimona har suðri í Ísrael. Minst 200 fólk skulu vera særd, summi álvarsliga. Millum tey særdu eru eisini børn.
Rakettirnar raktu nærhendis einum kjarnorkuverki, men ongin skaði hendi har.
Kannað verður nú, hví rakettverjuskipanin ikki megnaði at skjóta niður rakettirnar áðrenn tær raktu síni mál.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



