Írska havgranskingarstovan Marine Institute hevur fingið 250.000 evrur til eina nýggja granskingarverkætlan, sum skal hjálpa alivinnuni at skilja vandan frá djóraæti í sjónum.
Ávís sløg av djóraæti kunnu skaða táknurnar á alilaksi og elva til heilsutrupulleikar.
Granskararnir skulu fylgja við djóraætinum á alistøðum í Donegal, Galway, Mayo, Kerry og Cork.
Verkætlanin er partur av einari størri granskingarjáttan upp á 1,25 milliónir evrur til fimm verkætlanir innan írska alivinnu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



