Tað er vorðið alt meira vanligt í Danmark, at testamenti verða gjørd, har menn arva meira enn kvinnur.
Jyllandsposturin skrivar, at fyritøkan Islamiskur Arvarættur hjálpir muslimum at gera testamenti har kvinnur fáa minni arv, bara tí tær eru kvinnur. Fyritøkan vísir til koranina, har tað stendur, at Allah vil hava, at ein sonur skal arva tvífalt tað sum ein dóttir.
Í veruleikanum er tað innanfyri lógarinnar rammur, tí tvangsarvurin er 25%. Ein sum skal arvast kann gera við 75% av sínum ognum, sum hann vil.
Men ráðharrin í útlendingamálum, Rasmus Stoklund, eins og umboð fyri felagsskapin Søstre mod Vold og Kontrol eru ikki fegin:
- Tað er ikki í lagi, at okkara trúarfrælsið verður brúkt til at fremja ella normalisera kynsdiskriminatión, siga tey.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



