21 ára gamli Abdul Ballout, sum var undir illgruna fyri at hava koyrt inn í eina mannamúgvu undir pride-tiltakinum í Berlin um vikuskiftið, er skotin til deyðis av týsku løgregluni.
Løgreglan fann hann sunnukvøldið í einum urtagarðsøki í Spandau. Sambært myndugleikunum leyp hann móti serdeildini við einum knívi, og løgreglan skjeyt. Hann doyði á staðnum.
Ein kvinna doyði í álopinum leygardagin, og 29 fólk vórðu særd. Týsku myndugleikarnir meta hendingina sum islamistiskan yvirgang.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



