Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tit skulu vera góð við tey fáu ríku, soleingi tey eru her. 'Tey fátæku fara tit altíð at hava' stendur jú skrivað
- Hans P. Johannesen
Krutl

Í Føroyum er hann mest kendur sum eigarin av portal.fo, men tað er alt søga, hann hevur skift kós, er fluttur av landinum og er farin at fáast við at gera telduspøl. 

Og tað er sambært íslendska ríkiskringvarpinum, RUV, blivið til eitt fulltíðarstarv hjá Nikláa Nysted.

Fleiri hundrað fólk hava keypt spælið, og umleið túsund fólk í 23 londum spæla ókeypis útgávuna. Áhugin hevur verið serliga stórur í Íslandi, har spælarar hava hjálpt Nikláa við staðarnøvnum, dýpum og fiskimiðum.

Í Snørinum ber til at rógva út úr 100 føroyskum og meira enn 30 íslendskum havnum. Spælararnir selja veiðuna og kunnu fyri pengarnar keypa størri bát og betri reiðskap.

Veðrið fylgir eisini við. Er ódn í íslendsku heimahavnini, er sama veður í spælinum.

Sambært Nikláa eru tað serliga sjófólk, ið hava tikið spælið til sín.

Hann veit enntá um føroyskar fiskimenn, sum spæla Snørið, meðan teir sjálvir eru til fiskiskap.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #