Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Onnur tíðindi

Íslendski felagsskapurin Almannarómur og Íslandsstofa eru farin undir eitt landsumfatandi undirskriftarátak, sum skal fáa Apple at bjóða íslendskt brúkaramót á iPhone og Mac-teldum.

Átakið byrjaði á íslendska máldegnum 16. november, skrivar DV.

Sambært fyriskiparunum er Apple ein av fáu stóru tøknifyritøkunum, sum framvegis ikki bjóða íslendskt sum vanligt brúkaramál. Fyrr vóru íslendskar týðingar av Macintosh-skipanini tøkar, men møguleikin hvarv seinni.

Fyriskipararnir vilja hava, at brúkarar skulu kunna nýta sítt egna mál í gerandistøkni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #