Ísraelski herurin (IDF) noktaði áður at hava verið við í drápinum í januar 2024, og segði fleiri mánaðir seinni, at ein forkanning kom til ta niðurstøðu, at herdeildir "ikki vóru í nánd av bilinum."
Nú hevur IDF boðað frá, at tað fer at kanna drápið av lítlu gentuni. Samstundis hevur IDF fyri fyrstu ferð viðurkent, at ísraelskir hermenn skutu eftir bilin, sum Hind Rajab og familja hennara vóru í.
Harumframt fer IDF eisini at kanna drápini av 15 palestinskum bjargingarfólkum, teirra millum heilsustarvsfólk og eitt starvsfólki hjá ST í Gasa, sum vórðu funnin í hópgrøv í 2025, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



