Ísraelski herurin hevur tikið ábyrgdina av loftálopinum, sum rakti eina løgreglustøð í Gasabýi fyrr í dag.
Tað skrivar herurin á Telegram, har sagt verður eisini, at álopið var ætlað hernaðarliga palestinska bólkinum Hamas, tí fleiri av limunum í bólkinum vóru staddir á støðini, sambært ísraelska herinum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



