Fleiri lond óttast fyri, at eitt russiskt tangaskip, sum rekur í Miðjarðarhavinum eftir eitt álop, kann hava við sær eina umhvørvisvanlukku.
Italska stjórnin stúrir alsamt meira fyri, at skiftandi vinduri kann fáa skipið tætt at italskum øki, skrivar CNN.
Tangaskipið, sum siglir undir russiskum flaggi, hevur umleið 992 tons av dieselbrennievni og meira enn 60.000 tons av flótandi jarðgassi, sum sambært italskum myndugleikum framvegis er í skipinum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



