Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon: Fríggjakvøldi 10. juli var fyrsta súkklukapping sum Vága súkklufelag skipaði fyri. Kappingin varð hildin á kaiøkinum í Miðvági.
Súkkla bleiv í 45 minuttir + 3 rundir.
Longu frá byrjan settu Bergtór og Hilmar ferð á og sluppu undan feltinum. Jóanis Albert megnaði at hanga við teimum, og saman fingu teir eitt lítið hol aftur til hinar súkklararnar. Eftir nakrar minuttir hevði feltið tó koyrt teir inn aftur.
Aftaná góðar 35 minuttir fingu Jákup Petur, Bergtór, Hilmar og Regin hol aftur til hinar.
Í endaspurtinum var Jákup Petur sterkast, og endaði við at vinna vestanstenvusúkklingina. Miðalferðin hjá teimum fremstu var 37,5 km/t. Munurin frá 1 til 4 var bara 20/100 partar av einum sekundi. So talan var um eina tætta finalu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



