Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Vinna

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri er í hesum døgum í Portugal og ger yvirlitstrolingar fyri portugisisku myndugleikarnar. Jákup Sverri fór úr Føroyum um mánaðarskiftið, og verður burtur í einar seks vikur. Tað vil siga, at teir vera aftur í Føroyum um hálvan desembur.

Hans Edmund Olsen, skipari, sigur við VP, at arbeiðið gongur væl.

- Skipið sum vanliga ger yvirlitstrolingarnar her liggur við maskinbreki. Tí hava teir leigað Jákup Sverra. Vit eru 12 føroyingar við og so eru eini 12 portugisarar eisini. Teir eru sera hugtiknir av Jákup Sverra, sum er munandi meira framkomið skip, enn teir eru vanir við, sigur hann.

Arbeiðið at gera yvirlitstrolingar í Portugal líkist nógv tí sum Jákup Sverri ger heima í Føroyum, men kanska onkur tog eru heldur styttri.

Í morgin fara teir inn í Lissabon at skifta portugisisku manningina. Flestu føroyingarnar fara við aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo