Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Har vitið tørvar er nevin leysur
- úr Børkuvísum
Vinna

Føroya Fiskimannafelag: Hetta er lívsgrundarlagið hjá nógvum fiskimonnum og húskjum teirra. 

Hetta kann gera óbótaligan skaða, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Í gjár frættist, at uttanlandsnevndin hjá løgtinginum er nú komið við álitinum um at seta fleiri revitiltøk í verk móti Russlandi.

Í seinastu viku søgdu Russisku myndugleikarnir, at tað fekk avleiðingar fyri Føroyar, um revsitiltøk verða sett í gildi móti russiskum fiskiskipum.

Sáttmálin við Russland er lívsgrundarlagið hjá fleiri av okkara limum, sigur Jan og leggur aftrat, at nú má sáttmálin ikki lorkast burtur. 

Allur Vesturheimurin samstarvar við russar, tí eiga vit at gera tað sama, sigur hann. Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði.

Vandi er á ferð. Slíta vit, so standa vit til at missa tey nýggjastu skipini, har okkara limir hava sítt lívsgrundarlag, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelg at enda.

Les álitið hjá Uttanlandsnevndini her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo