Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw
Politikkur

Joe Rogan, sum alment stuðlaði Donald Trump undan forsetavalinum í 2024, gevur nú stjórnini av grovfíluni í sínum víðagitna poddvarpi.

– Teir hava ikki bara mist poddvarpsmenninar. Teir hava mist meginpartin av landinum, sigur Joe Rogan um afturgongdina hjá republikanarunum á amerikanska miðskeiðsvalinum. Tað skrivar USA Today.

Joe Rogan finst serliga at krígnum í Iran og framferðini hjá amerikansku útlendingamyndugleikunum. Hann heldur, at stjórnin hevur drigið USA upp í eitt kríggj, sum eingin ynskir, og átalar, at vápnaðir myndugleikapersónar ganga í gøtunum við maskum og uttan sjónliga eyðmerking.

Hann finst eisini at, at innflytarar, sum hava búð í USA í áravís og hava røtur í lokalsamfelagnum, verða handtiknir.

Hvassa atfinningin merkir tó ikki, at Joe Rogan hevur vent øllum politikkinum hjá forsetanum bakið, tí hann rósar framvegis Donald Trump fyri at hava styrkt marknaeftirlitið.

Hoyr poddvarpið her – The Joe Rogan Experience, nr. 2581.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #