Jørgen Nielsen (myndin) og Emil Weihe Joensen eru fyri fyrstu fer boðsendir til A-landsliðið - Mynd: www.FSF.fo
Jørgen Nielsen (myndin) og Emil Weihe Joensen eru fyri fyrstu fer boðsendir til A-landsliðið - Mynd: www.FSF.fo
FSF: Mikudagin setir A-landsliðið við monnum kós ímóti San Marino, har venjingardystur er á skránni á San Marino Stadion leygardagin 28. mars klokkan 14:00.
Men til ársins fyrsta dyst verður venjarin, Eyðun Klakstein noyddur at síggja burtur frá Jóannesi Bjartalíð og Adriani Justinussen.
Báðir hava smávegis skaðar at dragast við, og verða ikki nóg birgir til landsdyst í næstum, og hava tískil givið avboð.
Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir tveimum ungum spælarum, ið hava royndir frá millum annað U21 landsliðnum. Talan er um Jørgen Nielsen úr Víkingi og Emil Weihe Joensen úr NSÍ.
Hópurin
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn
Andrias Edmundsson, Hellas Verona FC (Italia)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Ási Dam, HB Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Géza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Noah Mneney, HB Tórshavn
Emil Weihe Joensen, NSÍ Runavík
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jørgen Nielsen, Víkingur
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík
Venjingardysturin ímóti San Marino er partur av fyrireikingunum til UEFA Nations League, sum verður í heyst. Í Nations League eru Føroyar í bólki saman við Slovakia, Kasakstan og Moldova.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



