Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Mítt tastatur

Í Dag og Viku í kvøld var ein longri samrøða við sakføraran Jógvan Páll Lassen, ið metti Jacob Vestergaard vera ógegnigan at umsita landbúnaðarmál.

Samrøðan var fyrst og fremst politisk heldur enn faklig.

Hann samanbar ministaran við Trump og tosaði um mál, ið hann hevði umsitið fyri meira enn 20 árum síðan.

At hann er politiskur er ikki løgið, og tað burdi Kringvarpið vita.

Hann er verfaðir fyrrverandi landsstýriskvinnuna, Ingilín Strøm.

Hon misti sessin eftir eitt mál varð kært til landsstýrismálanevndina, tí hon hevði sagt ósatt fyri tinginum.

Men hvør var tað, ið kærdi hana til landsstýrismálanevndina?

Tað var Jacob Vestergaard.

So tað er agg frá sakføraranum, ið fyrst og fremst talar, framum nakra sum helst fakligheit.

Og tað burdi Kringvarpið eisini fullvæl vita av.

Tí kann mann væl siga, at hann sjálvur er ógegnigur at umrøða Vestergaard.

Og hví skal landsstýrismaðurin ikki kunna umsita landbúnaðarmál?

Tað hevur hann gjørt fyrr, uttan tað var ein trupulleiki, eins og tildømis Bjørn Kalsø og Magnus Rasmussen hava verið festarar og landsstýrismenn í landbúnaðarmálum.

Tá var ongin sum helst, ið setti spurnartekin við tað.

Heldur ikki ógegnigi sakførarin hjá Kringvarpinum. 

Og skal Bárður á Lakjuni ikki umsita skúlamál, tí hann er lærari?

Og kann Aksel V. Johannesen ikki vera fíggjarmálaráðharri, tí hann er skattgjaldari?

Loyvt er at spyrja.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #