86 ára gamli bretski skemtarin John Cleese er meldaður til bretska stovnin Prevent, sum skal fyribyrgja radikalisering, vegna útsagnir sínar um islam.
Ein privatpersónur sendi fráboðanina og helt, at útsagnirnar hjá John Cleese á sosiala miðlinum X kundu elva til radikalisering og fíggindaskap móti muslimum.
Men John Cleese tók tíðindini við skemti, og kallaði tað eina av stoltastu løtunum í lívi sínum, takkaði øllum uppíblandaðum og segði seg gleða seg til at verða handtiknan.
- Tað fer at verða ein skemtirøð úr veruleikanum, segði hann.
Frammanundan hevði muslimski aktivistabólkurin Deenified roynt at fáa eina framførslu hjá honum í Birmingham avlýsta. Bólkurin legði John Cleese undir at breiða út skeivar upplýsingar um islam og skapa fíggindaskap móti muslimum.
Framførslan varð kortini hildin sum ætlað.
John Cleese, sum er heimskendur fyri eitt nú Monty Python og sum Basil Fawlty í Rok á Gistingarhúsinum, hevur seinastu árini hvassliga funnist at politiskum rætttrúnaði og tí, hann metir vera avmarkingar av talufrælsinum.
Einki bendir á, at Prevent hevur sett kanningar í verk vegna fráboðanina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



