Margháttliga málið byrjar, tá KvF profilurin eftir eina váta nátt í býnum á facebook boðar frá, at hann er blivin álopin og sligin. Hann ætlar sær ikki at melda tann sum leyp á, men forlangar ístaðin ein kaffimunn frá viðkomandi og eitt prát um hendingina, sum hann heldur botnar í, at hann er samkyndur. "Prrísurin fyri at vera open gay er tríggjar pentur eftir álop", sum hann skrivar.
Vit á vp.fo spurdu John Johannesen nakað eftir hendingina, um hann hevði fingið kaffimunnin, men tað svaraði Dag og Viku verturin ikki uppá.
Nakrar dagar seinni fær Frihedsbrevet so vátta tað frá politinum, sum longu gekk sum leysatíðindi. At veruliga orsøkin til lúsingin og penturnar helst var, at John ikki dugdi fólkaskikk, og hevði verið nærgangandi í náttarlívinum. So nærgangandi, at hann nú var meldaður av tveimum fólkum fyri blúnisbrot.
Portal.fo og Dimma.fo endurgóvu Frihedsbrevet, og nú hevur John Johannesen, sum eisini er tiltaks nevndarlimur í fakfelagnum Føroysk Miðlafólk eins og hann situr í Miðlastuðulsnevndini, kært allar tríggjar miðlarnar til Fjølmiðlanevndina.
Áðrenn hann kærdi, hótti hann miðlarnar við, at um teir ikki tóku tíðindini burtur, so fór hann at kæra.
- John Johannesen skrivaði fyrst til okkum, at um vit ikki tóku okkara grein aftur, fór hann at kæra okkum, sigur Sverri Egholm, ábyrgarstjóri á Portalinum við Frihedsbrevet.
- Men vit sóu onga orsøk til at taka greinina aftur, so tað má vera upp til John Johannesen, um hann vil kæra okkum, leggur Sverri Egholm afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



