Ein kærari hevur fingið viðhald í, at Almannaverkið nýtti skeivt grundarlag til at rokna sjúkradagpeningin eftir.
Viðkomandi varð sjúkrameldaður í januar, og Almannaverkið ásetti veitingina eftir miðalinntøkuni seinastu fimm kalendaravikurnar undan sjúkrafráveruni. Men í hesum tíðarskeiðinum hevði arbeiðsplássið verið jólastongt í tíggju arbeiðsdagar. Tí var inntøkan lægri enn vanligt.
Almannaverkið helt ikki, at hetta var nóg góð grund til at fara longur aftur í tíðina. Stovnurin vísti á, at kærarin ikki hevði hildið feriu, hóast arbeiðsplássið var stongt.
Føroya Kærustovnur kom til aðra niðurstøðu.
Í avgerðini frá 3. september verður staðfest, at dagarnir kunnu metast sum frítíð, ið arbeiðsgevarin hevur álagt starvsfólkinum. Hetta er at meta sum lógligt forfall, og tí skulu seinastu fimm arbeiðsvikurnar nýtast sum grundarlag heldur enn seinastu fimm kalendaravikurnar.
Kæruumboðið vísti undir viðgerðini á, at málið er prinsipielt og kann hava týdning fyri nógv tímalønt starvsfólk, sum ikki sjálv ráða fyri, nær arbeiðsplássið er stongt.
Kærustovnurin broytti tí avgerðina hjá Almannaverkinum. Tað sæst ikki í avgerðini, hvussu nógv broytingin merkir í krónum fyri kæraran.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



