Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Tiltøk

Lions: Árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn verður í Plantasjuni nú sunnudagin 29. novembur millum klokkan 14 og 16.30. Avgjørt er ikki enn, hvat ágóðan hesaferð skal fara til.

Sum vant, ber til at stuðla einum góðum endamáli hesa seinnapartsløtuna í Plantasjuni, har fólk kunnu keypa lidnar jóladekoratiónir ella tilfar til dekoratiónir, umframt at okkurt gott er til góman.

Tiltakið vendir sær til øll, tí her er nakað fyri bæði børnini og tey vaksnu, so hetta er eitt gott familjutiltak, nú farið verður inn í adventina og niðurteljingin til jólini byrjar.

Havnar Hornorkestur ferð aftur hesaferð at seta sín dám á løtuna við góðum tónum, blíðir jólamenn fara at vitja og í allar mátar verður hugnin settur í hásæti, nú stór sum smá gleða seg til jólahøgtíðina um ein lítlan mánað.

Jólahugnin í Plantasjuni fyrsta sunnudag í advent hevur verið fastur táttur hjá Lions Club Tórshavn í yvir 45 ár, og hjá mongum er henda løtan fyrsti smakkurin av komandi jólunum.

Frá byrjan hevur tætt samstarv verið við Skógrøkt Landsins, ið útvegar tilfar til jóladekoratiónir og grann at pynta við, og soleiðis er tað enn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #