Tórshavn.fo: Tiltakið byrjar kl. 15.30, tá Elsa Berg, borgarstjóri, og Uni Næs, dómpróstur, halda røður. Tórshavnar kommuna fær jólatræið sum gávu frá Reykjavík, og tí er siðvenja, at ein íslendskur gestur eisini heldur røðu. Í ár er tað Sanna Magdalena Mörtudóttir, býráðslimur í Reykjavík.
Julius og Rógvi koma at hjálpa børnunum at tendra ljósini, og teir koma sjálvandi á Vaglið í einum gomlum, reyðum sløkkiliðsbili.
Tá jólatræið er tendrað, kunnu allar nissur fara yvir til pavillongina uttanfyri Ráðhúsið, tí tá verður nissudisko! Beinta Haraldsen diskar, og bæði stórar og smáar nissur eru vælkomnar. Minst til nissuhúgvuna!
Eisini ber til at vitja serstøku jólasýningina í Konditarínum. Tað eru lutir frá Býarsavninum, og Lív Arge Simonsen hevur staðið fyri at finna fram savnslutirnar, sum eru ein tíðarlummi frá, tá Konditaríið var í velmaktini. Á loftinum er gevistova til smábarnafamiljur. Sýningin er ókeypis og verður opin hvørt vikuskifti fram til jóla.
Komandi vikuna, aftan á at jólatræið er tendrað á Vaglinum, verða jólatræhald kring kommununa. Til ber at síggja skránna á Facebooksíðuni Jól í Miðbýnum.
Onnur jólatiltøk í miðbýnum
Hugnaliga tiltakið, Barnajól, verður leygardagin 6. desembur í Margarinfabrikkini frá kl. 11.00-16.00. Tá skipa starvsfólk í Margarinfabrikkini fyri nógvum ymiskum kreativum fyri børnunum. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Leygardagin 13. desember kl. 16.00 kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við Juliusi og vinmonnunum umborð. Teir gleða seg at heilsa upp á øll børnini í Havn. Við sær hava teir eina rúgvu av karamellum.
Í Havn súkkla jólamennirnir sjálvandi, og fara teir at súkkla runt í býnum sunnudagin 21. desember við tónleiki og karamellum til børnini. Aftan á súkklutúrin fara jólamenninir at dansa stopp-dans við børnunum í Pavillongini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



