Soleiðis sá Kærleikskúlan út í 2020.
Soleiðis sá Kærleikskúlan út í 2020.
Á hátíðarløtuni verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.
Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein gripur við kærleika og vinalagi.
Kærleikskúlan er munnblást glaskúla, ið myndar kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd og upplagið er avmarkað. Ongin kúla er líka, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini.
Tað eru seytjan ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út
Kærleikskúlan 2025 verður bert seld í avmarkað tíðarskeið – frá 27. november til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið. Allur vinningurin fer til at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.
Skrá 27. november kl. 10.00
❖ Elin Ludvig, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin og flytur fram røðu
❖ Kærleikskúlan 2025 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið
❖ Fyrsta kærleikskúlan 2025 verður handað til eina virðiliga fyrimynd
❖ Lyon Hansen spælir nøkur løg
❖ Ábit og drekkamuður verður at fáa
❖ Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2025 hendan dagin í Listasavni Føroya
Øll eru hjartaliga vælkomin
Stroymt verður á Facebook síðuni hjá Dugna - www.facebook.com/dugni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



